Í dag vardi Inga Kristiansen sína ph.d. um djóraæti við ritgerðini, sum eitur "Population dynamics of Calanus species within the southwestern Norwegian Sea – links to water mass distribution and Norwegian spring spawning herring”.
Frá klokkan 13 til umleið 16 stóð hon í andglettinum og vardi sina ph.d.-verkætlan um tey bæði týdningarmestu sløgini av djóraæti, sum eru norðan fyri Føroyar. Reyðæti er tað vanligara slagið, og harumframt er eitt størri slag, sum rekur norðanífrá tey tíðarskeiðini, tá rák av køldum sjógvi eystan fyri Ísland er sterkt. Kannað er, hvussu nøgdir, nøring og vøkstur hjá ætinum eru tengd at árstíðum, gróðri og skiftandi styrki hjá havstreymum.
Eisini hevur Inga Kristiansen kannað føði og ferðingarmynstur hjá norðhavssild í sambandi við nøgdirnar av djóraæti, sjóvarhita og havstreymar. Nýggja vitanin hevur stóran týdning fyri betur at skilja hetta føðsluríka og umbroytiliga havøkið, og hvussu skiftandi náttúruviðurskifti ávirka sildina.
Andmælingar tráðspurdu Ingu Kristiansen um ymisk viðurskifti. Annar var norski professarin, Hein Rune Skjoldal frá Fiskerdirektoratets Havforskningsinstitutt í Bergen, hin Jeffrey Runge, professari á School of Marine Science við University of Maine. Anni Djurhuus, adjunktur á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum var forkvinna í ph.d.-próvnevndini.
Verkætlanin er fíggjað av donsku stjórnini, Felagnum Nótaskip, Fiskivinnurgransking og Havstovuni.
(Kelda: Setur.fo)