Indriði Sigurðsson í løgnari støðu

Íslendski landsliðsspælarin, Indriði Sigurðsson hevur spælt 37 landsdystir fyri Ìsland. Indriði Sigurðsson er yrkisspælari hjá Lyn í Oslo. Leygardagin skulu Noreg og Ísland spæla HM-undankappingardyst á Ullevaal í Oslo, sum vanliga er heimavøllurin hjá Lyn og Indriða Sigurðssyni. So Indriði Sigurðsson skal verða á útivølli - á sínum heimavølli. Haraftrat skal íslendski hópurin, og harvið eisini Indriði Sigurðsson búgva á einum gistingarhúsi í Oslo, sum liggur 7 minuttir frá húsinum, har Indriði Sigurðsson býr. Við Aftenposten sigur Indriði Sigurðsson, at tað er ein løgin kensla at skula búgva í einum gistingarhúsum, sum liggja eitt hanagleiv frá heiminum hjá sær. At spæla ímóti Noreg á Ullevaal verður, sum at spæla ímóti Vålerenga á útivølli. Vålerenga og Lyn gera, sum HB og B36. Tey hava nevnliga sama heimavøll, nevnliga Ullevaal.