Indiska rúmdarfarið Chandrayaan-3 stutt eftir at tað varð sent út í rúmdina av rúmdarstøðini Andhra Pradesh. Málið er at lenda á suðurpóli Mánans í næsta mánaði. - Foto: Aijaz Rahi/Ritzau Scanpix

Indiskt rúmdarferð við kós móti suðurpóli Mánans

Rúmdarferjan Chandrayaan-3 er sent út og lendir á Mánanum í næsta mánaði. Hetta kann gera India til stórveldi í Rúmdini.

 

Indiska rúmdarfarið Chandrayaan-3 stutt eftir at tað varð sent út í rúmdina av rúmdarstøðini Andhra Pradesh. Málið er at lenda á suðurpóli Mánans í næsta mánaði. - Foto: Aijaz Rahi/Ritzau Scanpix

Indiski rúmdarstovnurin hevur í dag við hepni sent út eina rakett, sum skal føra eitt ómannað rúmdarfar á Mánan.

Tiltakið skal røkka málinum í næsta mánaði við at lenda á suðurpóli Mánans.

Eingin leiðandi rúmdartjóð hevur áður verið har, og hepnast tað, fer tað at stimbra støðu India sum leiðandi veldi í Rúmdini.

Rakettin varð sent út av rúmdarstøðini Andhra Pradesh.

16 minuttir seinni loysti lendingarfarið Chandrayaan-3 seg og varð sent í ringrás um Jørðina.

Haðani skal tað við eini knappari sneiðing sendast á ferðina móti Mánanum og ætlaðu lendingini.

Um tiltakið eydnast, so verður India lagt afturat hinum trimum londunum, sum hava verið før fyri at lenda á Mánanum. Tey eru USA, fyrrverandi Sovjetsamveldið og Kina.

Men tað er bara USA sum hevur havt fólk á Mánanum. Fyrstu ferð í 1969.

Um tað gongur eftir ætlan fer Chandrayaan-3-farið at verða tað fyrsta at lenda á suðurpóli Mánans. Tað verður eftir ætlan 23. august.

Tað er eitt øki, sum hevur serligan áhuga fyri rúmdarfelagsskapir og privatar aktørar í Rúmdini. Tí har kann finnast vatn sum ísu. Ein avgerandi treyt, um tað í framtíðina skal gerast ein rúmdarstøð á Mánanum.

India hevur áður roynt at lenda á suðurpóli Mánans. Tað var tann sonevnda Chandrayaan-2-ætlanin í 2019. Tað eydnaðist at fáa rúmdarfarið í ringrás, men tá tað skuldi lenda á mánanum, knústist tað nærindis staðnum,  har Chandrayaan-3 fer at royna at lenda.

Chandrayaan merkir á »mánaakfar«. Talan er um eitt tveir metra høgt landingarfar, sum hevur ein rovara – eitt akfar, sum er sniðgivið til at flyta seg við suðurpól Mánans.

Tað er konstruerað til at virka í tvær vikur. Har skal tað fremja eina røð av royndum. 

Mánaðferðin »fer at bera tjóð okkara vón og dreymir«, skrivar Narendra Modi, forsætisráðharri í India, á Twitter.

/ritzau/Reuters

 

Indiska rúmdarfarið Chandrayaan-3 stutt eftir at tað varð sent út í rúmdina av rúmdarstøðini Andhra Pradesh. Málið er at lenda á suðurpóli Mánans í næsta mánaði. - Foto: Aijaz Rahi/Ritzau Scanpix