Indiski forsætisráðharrin, Atal Behari Vajpayee, hitti í gjár sínar næstu trygdarpolitisku ráðgevar, har teir viðgjørdu ta spentu støðuna á markinum í Kashmir.
Aftan á fundin søgdu talsmenn hjá forsætisráðharranum, at India er til reiðar at bíða eftir Pakistan í tveir mánaðir. Spurdir, hvat lá í hesum orðunum, svaraðu talsmenninir, at India ætlar sær ikki at taka nakað hernaðarligt stig fyribils, men at landið fer at bíða eftir, hvat pakistanar gera.
Indiska blaðið Hindustan Times, sum vanliga ber orð fyri at hava gott samband við stjórnina í New Dehli, skrivaði í gjár, at tað avgerandi er, hvørji stig Pakistan fer at taka teir báðar næstu mánaðarnar.
Pakistanski forsetin, Pervez Musharaf, segði hósdagin, at hansara stjórn ætlarsær at virka fyri friði við India, og hann mælti til, at londini loysa ta íkomnu kreppuna á friðarligan hátt.
Eygleiðarar meta, at tey bæði londini hava flutt umleið eina millión hermenn til markið í Kashmir.