India er í Føroyum

Milum bólkarnar á Asfalt verður eysturoyarbólkurin India, ið koma við nýggjum løgum í skjáttuni Tónleikabólkurin India varð stovnaður fyri nógvum árum síðani. Eftir av tí upprunaligu manningini er bert frontmaðurin Rói Johannesen, men afturat sær hevur hann í dag Pól N. Jespersen, Bárður Thomsen og Einar Jacobsen.

 

Einar hevur verið við í gott tvey ár, og Bárður í eitt ár. Pól er nýggjasti limurin, og kom hann við í bólkin fyri fýra mánaðum síðani. Tá ið Pól kom við í ljóðmyndina, hevur bólkurin ment tónlistarliga úttrykkið og fingið tangentar afturat, og eru tí nógvir møguleikar komnir at kombinera bleytar klavertónar afturvið harða rokkinum, ið annars er tónleikastílurin, ið India leggur seg eftir.

 

Í seinastuni hevur bólkurin vant nógv og arbeitt við nýggjum løgum. Eisini eru summi av teimum eldru løgunum gjørd um, og verður fyrsta høvi at hoyra hesi á ársins Asfalt. Vitjið India á Myspace.com/joinindia.

 

Tíðindaskriv