Ilulissat: Tvey fólk skuldsett fyri dráp

- Vit halda okkum hava funnið tey, sum framdu drápið, og vit halda eisini, at vit hava eina góða hóming av tí, sum er farið fram, sigur løgreglan við KNR.

 

 

 

 

Sambært grønlendska kringvarpinum KNR heldur løgreglan í Grønlandi seg nú hava funnið tey, sum hava dripið ein mann og síðan hava koyrt leivdir av líkinum á ruskbrenningina í Ilulissat.

 

Tað er júst ein vika síðan, at eitt starvsfólk, sum arbeiðir í ruskbrenningini í býnum, fann leivdir av einum líki á ruskplássinum, og nakrar dagar seinni vórðu nýggjar leivdir av líki funnar. 

 

Í gjár handtók løgreglan nøkur fólk í einum húsum í grønlendska býnum, og seinnapartin í dag skuldu tvey av teimum grundlógaravhoyrast. Løgreglan heldur seg hava fatur í teimum, sum framdu illgerðina.

 

- Vit halda okkum hava funnið tey, sum framdu drápið, og vit halda eisini, at vit hava eina góða hóming av tí, sum er farið fram, sigur løgreglan við KNR.

 

Sum skilst, hevur løgreglan enn ikki avdúkað, hvør maðurin er, sum er dripin, tí enn vantar løgregluni onkrar kanningar. Tó siga tey, at tey hava boðað avvarðandi frá tí, sum er hent.

 

Kanningararbeiðið er ikki liðugt, og í dag skuldi løgreglan kanna bústaðin, har fólkini í gjár vórðu handtikin. Sum skilst, er onkur, sum varð handtikin, leyslatin aftur, men tvey teirra eru nú skuldsett. 

 

Við tað, at rættarfundurin í dag var fyri stongdum hurðum, er ógreitt, hvat hendi á fundinum. Løgreglan hevur heldur ikki viljað sagt nakað um, hvørt tey nú skuldsettu eru menn ella kvinnur.

 

Varaleiðarin hjá grønlendsku løgregluni, Jan Lambertsen, sigur við KNR, at eingin annar enn tey tvey skuldsettu eru undir illgruna fyri at hava havt nakran leiklut í drápinum.