Arsenal vann í dag stórsteypadystin í Onglandi, eisini kallaður Community Shield. Arsene Wenger og hansara menn vunnu 1-0 á arvafíggindanum úr Chelsea og José Mourinho. Einsamalla málið skoraði Alex Oxlade-Chamberlain í fyrra hálvleiki.
Hetta er fyrstu ferð í 14 royndum, at Arsene Wenger vinnur ein dyst móti venjaranum hjá Chelsea, tann so serligi José Mourinho. Tað fall ikki í góða jørð hjá José Mourinho, sum hevði hug at stinga Arsenal og Arsene Wenger eftir dystin í dag.
José Mourinho helt fyri, at tað er einki gali við at verja langt afturi á vøllinum og spæla upp á skjótálop. Hann helt somuleiðis fyri, at Arsenal allan seinna hálvleiki hevði níggju spælarar aftanfyri bóltin.
Bretskir miðlar ger nógv burturúr, at Arsene Wenger og José Mourinho ikki tóku í hondina á hvørjum øðrum eftir dystin. Arsene Wenger sigur, at hann tók í hondina á fleiri, men hugsaði ikki meiri um tað.
José Mourinho, sum tók í hondina á øllum spælarunum hjá Arsenal, helt fyri, at Arsene Wenger visti hvar hann stóð. – Tú sær bara tað, sum tú vilt síggja, helt José Mourinho fyri.
Tað er ein vika til Premier League byrjar, og tað sær út til menn eru til reiðar. Hvørtfall er ára langi orðadrátturin millum Arsene Wenger og José Mourinho ikki nakað vit blíva snýtt fyri.