Ilt er at blása og hava mjøl í munninum

Fiskimálaráðharrin setir óhefta kanning í verk í samband við hendingina, tá Olshana fór til botns við fullari oljulast. Skal ikki koma við nakrari meining um júst hetta var kleyvarskapur ella ei, men heldur koma við nøkrum viðmerkingum til almenna hugburðin, sum eyðkennir Fiskimálastýrið og avleiðingar av avgerðum tess

Sambært úttalilsum fiskimálaráðharrans er grundin til at henda sokallaða “óhefta kanning” skal setast í verk tann, at onki innlit fæst í samskiftið lagnudagin hin 3. august 2007, tá roynt var at bjarga strandaða russiska trolaranum.

Sum undanførsla frá Fjarskiftiseftirlitinum verður sagt, at tagnarskyldan heftir munnkurv, og lok er tí lagt á. Fiskimálaráðharrin vil vera við, at kanningin er alneyðug fyri at betra um trygdina yvirhøvur, serliga tá talan er um trygdina á sjónum. Tað ljóðar bæði tiltalandi og skilagott at dagføra føroysku tilbúgvingina, tí allur bati bøtir.

Harra ráðharri, tit eru so raskir at lóggeva. Hví lóggeva tit ikki á fjarskiftisøkinum? Tak lokið av aftur við lóg. Ella er Fjarskiftiseftirlitiðdanskt sermál? Tú pástendur samstundis, at trygdin í føroyska fiskiflotanum ikki á nakran hátt er í vanda. Hon er so góð, at ikki er neyðugt at halda galdandi sjófartslóg longur, men heldur broyta hana, soleiðis at maskintekniska manningin kann sparast burtur til frama fyri størri reiðarapart. Júst hetta borgar ikki fyri trygd.

Tú ert væl klárur yvir, at tú nú ert á veg í Tingið við einum lógaruppskoti, sum skal gera tað møguligt at manna føroysku maskinrúmini við ókvalifiseraðari manning samb. galdandi sjófartslóg.

Samstundis eru vit vitnir til at føroyskir maskinmeistarir í stórum tali hava fingið sær hýru við útlendskum fiskiskipum, har bæði arbeiðsumstøður og úrtøka eru munanandi betri enn á føroysku skipunum. Hetta er eisini galdandi tá avspáking fer fram. Hetta sigur okkum púra greitt, at málið átti at verið loyst á ein heilt annan hátt.

Pengar eru ikki trupulleikin, tí føroyska reiðaravirksemið fyrigongur við “Matador-stíli” og við skipaðum strámannavirksemi, har handlað verður við fiskiloyvum í trísiffraðum milliónaupphæddum. Hesi virðir sum tú og eg, ogn Føroya Fólks, áttu at lati komandi ættarliði okkara til livibreyð, fara á útlendskar hendur. Av umsitingarligum fuski fekk útlendskur reiðari, 12. tíma undan løgtingsvali, varandi fiskiloyvi. Júst henda tilgongd kundi legaliserast, tí “strámaðurin” var uppfunnin og juridiska líktornið stóð til at bresta av pínu. Alt hetta uttan at tú gongur við til at biðja landstýrismálanevndina kanna løgna tilburðin, sum fór fram tveir dagar undan valinum.

Má siga at eg øtist og undrist við, serliga nú aftan á at hann eisini hevur tikið um reyvina á Fiskimannafelagnum og greitt framt sáttmálabrot. Til síðst stungin av í altjóðasjógv við ivasomum siglingarloyvi.

Jú, mangt gongur fyri seg, sum ikki tolir dagsins ljós. “Eftir hornunum skalt tú tarvin taka”. Men hvat er ein millión í mun til tær 40? Ikki nógv tá krónurnar allar skulu í eitt stórt opið hol. Men tær munnu ivaleyst fjálga gott, tá tær umsíður eru komnar í jakkafóðrið. Jú,- landstýrismálanevndin fær hóatalt okkurt at tríva í.