Illveður kravt 55 mannalív í Asia

Teir seinastu dagarnar hevur melduródnin Conson herjað Filipsoyggjarnar og landssynningspartin av Kina, og sambært bjargingarmyndugleikunum í teimum báðum londunum hevur ódnarveðrið kravt í minsta lagi 53 mannalív í Filipsoyggjunum og tvey í Kina. 85 fólk eru ikki komin afturíaftur.

Conson lin kaði nakað, áðrenn hon kom inn yvir land í Kina, men kortini gjørdu myndugleikarnir av at flyta 40.000 fólk burtur frá strondini.

Kinesisku myndugleikarnir siga, at ódnarveðrið hevur gjørt stóran skaða, og at fleiri vegir og nógv hús eru oyðiløgd.

Fleiri skip eru gingin burtur í Suðurkonesiska Havinum, og myndugleikarnir bera ótta fyri, at fleiri sjómenn eru druknaðir.