Illveður kravt 14 mannalív í Suðuramerika

Ógvusligt illveður við meldurhvirlum hevur herjað har norðuri í Argentina og har suðuri í Brasil, og 14 fólk eru deyð.

Argentinsku myndugleikarnir siga, at illveðrið hevur gjørt serliga stóran skaða í nøkrum smáum býum har norðuri í landinum. Fleiri hús og ein heilsumiðstøð vórðu tikin av grundini, verður sagt.

Illveðrið hevði nógv avfall við sær, og tað elvdi til skriðulop í brasilska stórbýnum Sao Paolo.

Í Brasil leita bjargingarlið eftir tveimum børnum, sum hvurvu, tá ein skúli hoyknaði undan tí nógva avfallinum.