Illveðrið tarnar fiskiskapinum

Tað hevur viðrað illa seinastu dagarnar, og mánamorgunin vóru fleiri avlýsingar fyri veður og kava.

Nøkur skip hjá Strandferðsluni lógu, og nakrir leiðir koyrdu ikki. Skúlar í Suðuroy lýstu við, at eingin skúlagongd var, og tað gjørdi Sandoyar Meginskúli eisini. Koyrandi var ikki til eysturbygdirnar í Sandoynni, ikki á vestmannavegnum og heldur ikki var koyrandi til Gjáar. Skálafjarðasiglingin varð eisini rakt av vánaligu líkindunum.

Lítil fiskiskapur
Men tað er ikki bara uppi á landi, at illveðrið ger um seg. Tað ger tað, sum rímiligt er, eisini á sjónum.

Lítil fiskur var á marknaðinum mánamorgunin og tey skip, sum vóru komin inn, høvdu lítið av fiski. Tískil var líkt til, at gólvini á nøkrum flakavirkjum verða turr í dag ella í morgin. So, tá fáa nøkur fólk, sum starvast á hesum virkjum, ivaleyst eina fríløtu við hús.

Skansatangi og Research lógu landingarklárir í Saltangará mánamorgunin; teir høvdu bert 700-800 kassar tilsamans. Av hesum vóru 40.000 pund upsi. Restin toskur, hýsa og onnur fiskasløg.

Á Fiskavirking í Saltangará væntaðu tey Vesturvarða mánakvøldið. Teir hava einar 1000 kassar, harav sløk 80.000 pund er upsi.
- Vit vænta, at vánaliga veðrið seinastu dagarnar er høvuðsorsøkin til, at fiskiskapurin nú er lakari. Tað er illa roynandi hjá skipunum, og tað sæst so aftur í nøgdini, tá ið skipini landa.

Onkur frídagur
Tá ið vit frættu mánamorgunin, hevði Fiskavirking í Saltangará stívliga 50.000 pund niðurfyri, og tað tekur ikki langa tíð hjá einum slíkum virki at arbeiða tann fiskin undan.
- So, vit kunnu vænta, at her verður ein steðgur, nú veðrið er so vánaligt, søgdu tey á virkinum.

Fiskavirking í Saltangará hevur annars keypt nakað av fiski í Sørvági, men mánamorgunin var ikki koyrandi á vestmannavegnum, so hendan fiskin høvdu tey ikki fingið í hús, tá ið vit frætti.