##med2##
B36 spælir í hesi løtu aftur heimadyst í Betrideildini hjá TB. Tað skuldi í sær sjálvum verið ein gleðilig hending aftaná fleiri dystir á heimavølli yviri á Tórsvølli.
Men soleiðis síggja tey ikki uppá tað í B36 í dag. Í B36 eru tey óð um, at kappingarnevndin hjá FSF flutti dystin millum B36 og TB fimm tímar undan ásettu dystarbyrjanini á Tórsvølli, ið var klokkan 15.
Klokkutíðin kollideraði við klokkutíðina Betri-kvinnurnar hjá HB og EB/Streymi skuldu spæla á Tórsvølli. Tann dysturin var settur at byrja klokkan 15.15.
Kappingarnevndin í FSF tók tí avgerð um, at dysturin í Betrideildini hjá monnum millum B36 og TB skuldi byrjað á Tórsvølli klokkan 18.30 í kvøld. B36 tók sakina í egnar hendur og legði dystin á ovara vølli í Gundadali, og soleiðis bleiv klokkutíðin 15.00 varðveitt.
Jákup Mørk, næstformaður í B36 vísir á, at eftir hansara tykki hoyrir tað ongastaðni heima, tí regulin er, at flyting av dystum ella klokkutíðum til dystir eiga at fráboðast í seinasta lagi 48 tímar áðrenn: Hetta er ótrúliga illa frágingið av einum so professionellum felagsskapi sum FSF, sigur ein mátaliga bersøgin næstformaður í B36.
- Eg vil ikki siga tað eg veruliga hugsið, tí so standi eg til eina stóra bót frá FSF, sigur Jákup Mørk.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi í steðginum í dystinum millum B36 og TB, ið varðveitti klokkutíðina, men á einum øðrum vølli, nevnliga ovara vølli í Gundadali.
HER ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við formannin í kappingarnevndini hjá FSF, Róin Schrøter um tilburðin við dystaráleggingum á Tórsvølli.