Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hava í Keypmannahavn í dag skrivað undir semjuskjal um, at Íleggingargrunnurin kemur á føroyskar hendur 1. januar 2025.
Løgmaður fegnast um semjuna.
- Íleggingargrunnurin hevur verið umsitin av føroyskum myndugleikum síðan 1976, men formliga hevur grunnurin ikki verið føroyskur. Longu nakrar vikur eftir, at eg gjørdist løgmaður, tók eg hetta upp við danska forsætisráðharran, og eg havi tikið hetta upp í fleiri umførum síðan.
Aksel sigur seg fegnast um, at danska stjórnin nú gongur føroyska ynskinum á møti.
- Nú Íleggingargrunnurin verður fluttur á føroyskar hendur, eru smáar 700 miljónir krónur í grunninum, og nú fáa Føroyar fult ræði á hesum kapitali. Tað merkir, sigur løgmaður, at Løgtingið nú kann raðfesta, hvat fæið í grunninum kann brúkast til.
Løgmaður ætlar, at helvtin av fænum í Íleggingargrunninum skal brúkast til nýggja farstøð í Vága Floghavn, og hin helvtin skal setast av til møguligan Suðuroyartunnil.
- Ætlanin er, at fíggingin úr grunnurin skal veitast yvir eitt áramál, og ætlanirnar krevja sjálvandi, at undirtøka er fyri hesum í Løgtinginum, sigur Aksel V. Johannesen.
Um Íleggingargrunnin er stutt at siga, at grunnurin er 1964, og endamálið við grunninum er at veita fígging til íløgur, serliga í sambandi við undirstøðukervið.
Í gjøgnum árini hevur grunnurin millum annað fíggjað útbyggingar hjá SEV, brúnna um Streymin og ymsar tunnilsverkætlanir umframt nýggj flogfør hjá Atlantic Airways.
Íleggingargrunnurin varð stovnsettur eftir samráðingar millum føroyskar og danskar myndugleikar í 1964 sambært fólkatingslóg.
Upprunaliga fæið í grunninum var 60 miljónir krónur, og ognirnar eru í dag slakar 700 miljónir .
Landsstýrið hevur gjøgnum árini valt nevndina fyri grunnin, og í verandi nevnd sita Palli Ziskason, sum er formaður, Anfinn Kallsberg, Guðrið Højgaard, Oyvind Brimnes og Brynhild Høgnadóttir.