Í kvøld klokkan 19 skulu Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík staðfesta luttøkuna í Conference League deildarspælinum móti andoriansku meistarunum, Santa Coloma á útivølli í Andorra La Vella.
Víkingur Reykjavík vann fyrra dystin 5-0, so tað skal eitt risastórt undur til hjá Santa Coloma at vinna ein samlaðan sigur.
Mest kendi andorianski fótbóltsleikarin nakrantíð er 45 ára gamli, Ildefons Lima sum spældi 137 landsdystir og skoraði 11 mál fyri Andorra, árini 1997-2023.
Ildefons Lima framdi tað ótrúliga bragdið at spæla landsdystir fyri Andorra gjøgnum fýra áratíggju, í 90-unum, nullunum, tíggjunum og í tjúgunum.
Ildefons Lima er eisini sera kendur fyri sína stóru fótbóltstroyggjusamling. Tær flestu hevur hann útvegað aftaná dystir hann hevur spælt, men nú roynir hann at leggja aftrat savninum hjá sær við øðrum troyggjum.
Ildefons manglaði eina Víkinga Reykjavík troyggju til savnið, men tað málið er nú loyst. Tað skrivar Fótbolti.net.
Pablo Punyed hjá Víkingi Reykjavík, ið sleit krossbandið fyrr í summar er við á ferðini hjá Víkingi Reykjavík til Andorra. Pablo Punyed, ið hevur spælt 29 landsdystir fyri El Salvador hevur syrgt fyri, at Ildefons hevur fingið bæði eina Víking Reykjavík troyggju, og eina El Salvador landsliðstroyggju.
Og glaður er Ildefons sum hevur økt um troyggjusavnið hjá sær.
Tá Føroyar og Andorra leiktu javnleik 0-0 í HM-undankappingardysti niðri í Andorra La Velle í 2017 rann Ildefons aftaná føroyska leikarunum fyri at sleppa at býta um troyggju. Tá var tað Sølvi Vatnhamar sum forbarmaði seg yvir Ildefons, og býtti um troyggju við hann. Í kvøld kann lítlibeiggin, Gunnar Vatnhamar skriva søgu saman við liðfeløgunum í Víkingi Reykjavík niðri í Andorra.
##med2##