- Hava vit trúarfrælsi í Føroyum? Nei, als ikki, skrivar Heini Reinert, skrivari í Gudloysi.
Heini Reinert vísir til eina kanning, ið sigur, at gudloysingar í Danmark (Føroyum og Grønlandi íroknað), er fyri álvarsomum mismuni. Heini Reinert vísir á, at fólkaskúlalógin áleggur skúlum at veita kristna uppaling og javnsetir og javnsetir kristna átrúnaðin við førleikan at liva í einum skipaðum samfelagi.
- Við øðrum orðum metir fólkaskúlalógin, at børn at gudleysum og ikki kristnum forreldrum eru í vanda fyri at vaksa upp sum sið- og løgleys bølmenni, skrivar Heini Reinert.
- Í Føroyum valdar hugsjónin, at trúarfrælsi einans fevnir um frælsi til at trúgva tí, ein vil, í tøgn heima hjá sær sjálvum, og at tørvur tískil ikki er á nakrari broyting, skrivar hann.
Heini Reinert sigur, at trúarfrælsi eigur at verja einstaka borgaran frá at verða vanvirdan og eyðmýktan áv lógunum í egnum landi, og rør upp undir, at gudloysingar í Føroyum verða útihýstir frá almennum størvum, eina og aleina av trúarávum.
- Trúarfrælsið skal eisini tryggja at fólk, ið standa uttan fyri stjórnarstuðlaðan trúarbólk, hava somu sømdir og rættindi limirnir í hesum bólki. Eingin einstakur borgari eigur at verða køvdur í sínum átrúnaðarligu meiningum, og eingin skal verða útíhýstur frá almennum størvum av trúarávum eina, skrivar Heini Reinert.
- Sleppa vit náðiligast at vera búgvandi í Føroyum, hóast vit ikki eru kristin? Ja. Hava vit trúarfrælsi í Føroyum? Nei, als ikki. Og hetta skammiliga órættvísið átti at vera einum og hvørjum menniskja eyðsýnt, um viðkomandi annars hevur minsta vetið av næstakærleika í hjartanum, skrivar skrivarin í Gudloysi, Heini Reinert, at enda.
Kanningin, sum Heini Reinert annars sipar til, staðfestir, at londini við bestu korum fyri gudloysingar eru Taiwan, Niðurlond, Belgia, Estland, Kosovo og Sierra Leona.










