Ikki talan um nýggja siðvenju

Mánadagin var so fyrsti dómur sagdur í teimum stóru hassjmálunum. Talan er um størstu nøgdirnar nakrantíð, og tí er talan um nýggja rættarsiðvenju, sigur ákærin

Seinastu mánaðirnar hevur verið ljós varpað á stóru nøgdirnar av hassji, ið serliga útlendingar hava roynt at flyta inn til Føroyar. Dómur varð mánadagin sagdur í málinum um 29 ára gamla íslendingin, sum juli mánaði royndir at smugla19,9 kilo av hassji til Føroya. Íslendingurin varð dømdur til at sita inni í 21 mánaðir, og hann tók við dóminum
Vanlig mannagongd hevur verið í hassjmálum í Føroyum, at tað verður givið tveir mánaðir fyri hvørt kilo av hasjji. Málið við íslendinginum breyt hesa siðvenjuna. Dómurin áljóðandi 21 mánaðir var ein linari dómur, tí íslendingurin fekk bert 21 mánaðir fyri síni góð 20 kilo, og dómurin er bara helvtin av tí vanlig revsing plagar at vera.

Ikki siðvenja
Ákærin í málinum, Dorthe Møller Andersen, kravdi revsingina ikki verða minni enn 39 mánaðir, men dómarin gekk ímóti henni. Hóast íslendingurin fekk linari revsing, so væntar hon ikki, at hassjmál í framtíðini verða linari revsað í Føroyum í framtíðini.
? Hetta er fyrstu ferð, at sakarmál er um so stórar mongdir av hassji í Føroyum, og hóast íslendingurin fekk mongdarrabatt, so vænti eg, at vit fara halda fast tveir mánaðir fyri kilo fyri tær smærru nøgdirnar, so talan verður ikki um nakra nýggja siðvenju, greiðir Dorthe Møller Andersen frá.

Dorthe Møller Andersen hevur framvegis ikki avgjørt, um málið skal roynast í Eystara Landsrætti.

Visti ikki av stóru nøgdina
Undir avhoyringunum játtaði íslendingurin, at hann hevði góð 20 kilo av hassji á sær, og ætlanin var at halda fram til Íslands við hassjinum. Hann róð framundir, at orsøkin til, at hann royndi at flyta hassjið inn var, at hann skyldaði einum manni 500.000 krónur, sum hann hevði tapt í pokerspæli.
Íslendingurin gjørdist ovfarin av, at hann hevði so stórar nøgdir á sær, tí sambært tí ákærda, so hovdu onnur krógvað hassj í hurðini hjá honum.
Verjin hjá íslendinginum legði dent á, at tann ákærdi var á veg til Íslands, og at íslendarar ikki hava eins harða revsing í hassjmálum sum Føroyar, og tað átti dómarin at taka við í dømingini.

Næsta málið í september
Næsta stóra hassjmálið kemur fyri rættin einaferð í september. Hesum váttar Dorthe Møller Andersen, sum eisini verður ákæri í tí málinum. Tá verður talan um ein dana, ið seinast í juni mánaði royndi at flyta inn góð 20 kilo hassji til Føroya .
Ákærin sigur, at væntandi verður sama upplegg ímóti dananum. Hetta merkir, at ákærin fer at leggja seg eftir, at danin fær um 40 mánaðir fyri tey tjúgu kiloini.
? Sakin ímóti dananum minnir nógv um málið ímóti íslendinginum, og tískil verða málini viðgjørd nærum eins, og ti fara vit at krevja tað sama í tí málinum, greiðir Dorthe Møller Andersen frá.