Danski heilsumálaráðharrin, Jacob Axell Nielsen, sigur, at danskur ungdómur skal vera 16 ár fyri at kunna keypa sigarettir og spiritus úi handlunum, men 18 fyri at kunna keypa á vertshúsum. Hann heldur, at tað verður ov høgt aldursmark, um man skal vera 18 fyri at kunna keypa yvirhøvur. – At drekka alkohol í privatum samanhangum er ein partur av donsku mentanini. Foreldrini góðtaka hetta, og tí ætli eg mær ikki at broyta tað, sigur hann. Einasta orsøk til at hækka aldursmarkið er, at fólki fer frá liberalu alkoholhugsanini.
Dansk Folkeparti tekur heldur ikki undir við at hækka aldursmarkið. – Gera vit tað, er skjótt til, at tey ungu so heldur fara at nýta sterkari rúsevni, t.d. kokain. Skulu tey ungu ikki drekka so nógv, er einasti mátin, at tey vaksnu gerast betri fyrimyndir.










