Ikki skuldi ikki vera við

Í samrøðuna við Høgna Hoydal í blaðnum leygardagin, hevði eitt ?ikki" sníkt seg inn í tekstin í tí eina førinum og tí komu vit at leggja landsstýrismannin í fullveldismálum undir at siga tað beint øvugta av tí, sum hann meinti um røðuna hjá Poul Nyrup Rasmussen í sambandi við at fólkatingssetan endaði. Vit endurgóvu Høgni Hoydal fyri at siga, at ?nú ræður um ikki at standa stinn...." Tað skuldi sjálvandi staðið, at hann segði, at ?nú ræður um at standa stinn...."

Vit biðja lesararnar og landsstýrismannin orsaka mistakið.

Blm.