Ikki sjóhiti men fjarhiti í Tinganesi

Arbeitt hevur verið við eini sjóhitaskipan í Tinganesi

Løgmansskrivstovan hevur saman við Betri Trygging arbeitt við møguleikanum at gera eina sjóhitaskipan, sum skuldi veita hita til tey 22 húsini í Tinganesi og har um leiðir, sum Løgmans- skrivstovan varðar av.

 

Hetta arbeiðið er tó fyribils steðgað.

 

Í staðin verður nú saman við Tórshavnar Kommunu og Fjarhitafelagnum arbeitt við at kanna møguleikan fyri at fáa fjarhitaleiðing út í Tinganes.

 

Tað stendur í ískoytispartinum til ólavsøkufrágreiðing løgmans 2024.