Landsstýrismaðurin vil hava loft á kirkjuskattin, men tað er mentanarnevndin hjá Løgtinginum ikki samd um. Eftir uppskotinum, sum Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, legði fyri Løgtingið, skal eingin rinda meiri enn 0,65 prosent í kirkjuskatti.
Við øðrum orðum skal lógin leggja eitt loft á kirkjuskattin, men í mentanarnevndini hjá Løgtinginum, sum hevur viðgjørt uppskotið, er ikki semja um at gera tað.
Nevndin hevur skrivað álit, men tey eru ikki endalig og kunnu tí verða broytt, áðrenn tey verða løgd fyri Løgtingið týsdagin, sigur nevndarformaðurin, Andreas Petersen, við Útvarpið.