Ikki ráð at betala fyri veðrið

VEÐRIÐ Nú er so illa statt í landskassanum, at vit hava ikki so frægt sum ráð til at fáa veðurtíðindini fyri Føroyar longur, so nú mugu bátar og skip sigla sín egna sjógv

Nú hava føroyingar ikki longur at betala fyri at fáa veðurtíðindini fyri Føroyar.
Tað staðfestir Jacob Vestergaard, eftir at løgtingið mikudagin, samtykti at strika upphæddina, sum tað kostar at fáa veðurtíðindi og veðurforsagnir fyri Føroyar og sjóøki rundan um Føroyar.
Hetta kemur illa við hjá Landsstýrismanninum. Hann er tikin so mikið á bóli av hesum, at hann sigur, at enn veit hann ikki, hvat nú er til ráða at taka.
Hann sigur, at hann helt at tað var so sjálvsagt, at peningurin varð játtaður, at hevur yvirhøvur ikki fyrireika seg upp á hin møguleikan.
- Men nú hevur Løtingið talað við týðiligari rødd og so mugu vit taka upp, sum skjótast.

Neyvan loyst í ár
Føroyingar hava havt eina avtalu við donsku veðurtænastuna, DMI, um at gera veðurtíðindi og veðurforsagnir fyri Føroyar.
- Hesa avtaluna mugu vit nú siga upp og hvaðani vit síðani skulu fáa okkara veðurtíðindi frá, veit eg ikki, staðfestir hann.
Hann er heldur ikki greiðir yvir, hvussu long uppsagnarfreistin er.
Men hann stúrir fyri, at fyribils verða ongi føroysk veðurtíðindi og í øllum ivast hann í um nøkur loysn kann finnast tað, sum eftir er av hesum árinum.
Tá ið Løgtingið ikki heldur, at tað hevur so stóran týdning at fáa veðurtíðindi fyri Føroyar er hetta tað, vit hava at halda okkum til.

Ongin møguleiki
Brúk vóru fyri 1,6 millión afturat í ár fyri at fáa DMI at gera veðurtíðindi fyri Føroyar og Jacob Vestergaard heldur, at tað er eitt stórt bakkast at avtalan við donsku veðurstovuna nú má sigast upp.
Hann dugir ikki at síggja nakran møguleika at finna pengarnar aðrastaðni undir Fiskimálaráðnum.
Hinvegin er hann djúpt ósamdur við Løgtingið um, at veðurtíðindini ikki eiga at raðfestast.
- Er tað nakar, sum er bundin at neyvum veðurtíðindum og veðurforsagnum. Tað er sera álvarsamt, at vit ikki hava nakran stovn, har fólk burturav gera serskild veðurtíðindi og veðurforsagnir fyri Føroyar.
- Hann sigur, at vit hava nógvar viðurskifti í Føroyum, sum eru ógvuliga bundin at veðri og vindi, eisini lokalum veðri og vindi.
Hann nevnir útróður, fiskiskap, flogvøllin og vaktar & Bjargingartænastuna, sum nøkur dømi.

Bjartar vónir - ongir pengar

Tað var ein stolt løta hjá Tórbirni Jacobsen, táverandi landsstýrismanni í tilfeingismálum, tá ið hann fyri tveimum árum síðani hátíðarliga almannakunngjørdi, at nú skuldu føroyingar yvirtaka veðurtænastuni frá dønum.
Hann segði, at at einki annað land hevur meiri brúk fyri eini vælvirkandi veðurtænastu enn Føroyar og tí mátti tænastan yvirtakast.
Og tað treyt ikki við bjørtum vónum um eina sjálvstøðuga, føroyska veðurstøð við fleiri veðurfrøðingum, sum skuldi veita okkum bestu og neyvastu veðurtíðindini og veðurforsagnirnar, sum hugsast kundi.
Men tað var nokk so skjótt, at luftin fór úr veðurballónini, tá ið tað gjørdust greitt, at Løgtingið helt, at tað høvdu vit yvirhøvur og aldeilis ikki ráð til, hóast tað bara var mett at kosta seks milliónir um árið.
Tí varð ein avtala ístaðin gjørd við donsku veðurtænastuna, DMI, um at gera veðurtíðindi og veðurforsagnir fyri Føroyar.
Men nú hava vit heldur ikki ráð til at betala fyri hesa avtaluna longur og tí má hon sigast upp.
Og tá ið hon er farin úr gildi, hava føroyingar onga veðurtænastu yvirhøvur.
Les eisini greinina: Álvarsligt bakkast fyri føroysk sjófólk.