- Tað er ikki nokk at koyra stjóran á Landssjúkrahúsinum frá!
Tað staðfestir Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna fyri Tjóðveldi.
Sum vit greiða frá aðrastaðni, ætlar Miðflokkurin at reisa málið um Landssjúkrahúsið í Løgtinginum.
Og Annita á Fríðriksmørk sigur, at hon umhugsar tað sama.
Tingmanningin hjá Tjóðveldi skal hava fund í hesi vikuni og tá verður spurningurin um Landssjúkrahúsið tikin upp.
Sjálvur heldur Annita á Fríðriksmørk, at tað verður neyðugt at gera aðrar broytingar á Landssjúkrahúsinum enn at koyra stjóran frá.
Akkurát hvørjar hesar broytingar skulu vera hevur hon ikki gjørt sær greitt enn.
- Men stjórar skifta títt á Landssjúkrahúsinum av fíggjarligum trupulleikum – og fíggjarligir trupulleikar eru hvørt ár og tí er tað eyðsæð, at onnur stig mugu eisini takast.
Hon heldur at hendir onki annað, er tað bláoygt, at ein nýggjur stjóri loysir trupulleikan.
Mugu taka politiska avgerð
Men eitt, sum hon heldur vera neyðugt, er, at politiski myndugleikin ger sær greitt, at hvørjar tænastur heilsuverkið skal veita sjúklingum.
- Útboðið av tænastum í heilsuverkinum er óavmarkað og at og tí er tað neyðugt, at politiski myndugleikin tekur støðu til, hvørjar tænastur, vit skulu veita í føroyska heilsuverkinum, sigur Annita á Fríðriksmørk.
Men hon heldur eisini tað verður neyðugt taka tilmælini í nógv umrøddu Valcon-kanningini um fíggjarstýring o.a., til eftirtektar.
Kortini heldur hon, at ein týðandi partur av hesum er, at vit duga at gagnnýta tey bæði smærru sjúkrahúsini til fulnar, tí hon hevur varhugan av, at har er kapasitetur, sum als ikki verður gagnnýtt til fulnar,
Í hesum sambandi heldur hon, at sergreinir eiga at verða fluttar til Suðuroyar og til Klaksvíkar.