Ikki minni makrelur við Ísland í ár

Tað hevur ljóðað, at tað er minni makrelur í íslendskum sjógvi í ár enn tey seinastu árini, og at hann er ikki so víða um sum fyrr, men kanningar hjá íslendska havrannsóknarstovninum vísa, at hetta er ikki so.

-Tað er ikki líkt til, at nakað er broytt, hvørki hvat viðvíkur nøgd ella øðrum viðurskiftum, sigur fiskifrøðingurin Sveinn Sveinbjörnsson við Morgunblaðið í dag. Hann hevur staðið fyri kanningunum.

Kanningar vórðu gjørdar runt um alt Ísland, og sambært Sveini Sveinbjarnarsyni var makrelur allastaðni burtursæð frá leiðini úti fyri Norðlandinum.