Løgmaður hevur ikki merkt nakran áhuga úr Danmark um at loyva donskum skipum í føroyskan sjógv at fiska.
Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í svari til fyrispurning frá Beintu Løwe Jacobsen, tingkvinnu fyri Tjóðveldi.
Beinta Løwe vildi vita, hvørt samskifti hevur verið millum landsstýrið og donsku stjórnina um at loyva donskum skipum í føroyskan sjógv at fiska, og hvørt løgmaður ella landsstýrismenn høvdu fingið áheitanir ella fyrispurningar frá donsku fiskivinnuni um hetta.
Í viðmerkingunum vísti Beinta Løwe Jacobsen á, at sum skilst fór danska fiskivinnan at missa nógv fiskirættindini í bretskum sjógvi, um eingin avtala kom í lag millum Bretland og ES í sambandi við Brexit.
Tað var tí áhugavert at vita, um danskir fiskivinnuaktørar høvdu vent eyguni hendanvegin at finna sær nýggj fiskileiðir.
Men hvørki løgmaður ella løgtingsmenn hava hoyrt nakað frá donsku stjórnini ella donski fiskivinnuni hesum viðvíkjandi, sigur løgmaður.
At enda vildi Beinta Løwe Jacobsen eisini vita, um donsk reiðarí áttu nakað í teimum skipunum, sum í seinastuni vóru komin í føroysku fiskivinnuna.
Til hetta svaraði løgmaður, at Vørn kunnugt var eingin danskur ognarlutur í nøkrum av teimum nýggju feløgunum.











