– Sjálvt um eingin ríkisstuðul var
Sjálvt um Føroyar ongan ríkisstuðul fingu úr Danmark, so hevði tað kortini ikki verið meirluta fyri loysing millum Føroyar og Danmark.
Tað vísir kanninging, sum Gallup gjørdi frá 8. til 19. november. Kringvarpið og Miðlahúsið kunngjørdi part av kanningini hósdagin. Men í somu kanning eru spurningar, sum Zakarias Wang hevur biðið um, ið snúgva seg um loysing millum Føroyar og Danmark. Spurningurin er soljóðandi:
– Um Føroyar onga ríkisveiting (blokkstuðul) fingu úr Danmark, hevði tú so verið fyri loysing?
Til hendan spurning svara 46 prosent »ja«, 48 prosent »nei« og 6 prosent »veit ikki«.
Hóast tey eru fleiri, sum eru ímóti loysing, so kann ikki sigast, at talan er um greiða niðurstøðu, tí føroyingar eru framvegis tvítbýttir í málinum.
Í kanningini eru 505 tilvildarliga útvaldir persónar, ið hava valrætt nú, spurdir.