Ikki gerandisdagur í Fuglafirði

Fótbóltslagið er sera gott í Fuglafirði, nú ÍF hevur fingið luft til botnstríðið. Fuglfirðingar hava vunnið tvær ferðir upp í slag, og tað var alt annað enn væntað undan kappingarbyrjan. Í einum keðiligum dysti skjeyt Balazs Sinkó einsamalla málið, tá Skála vitjaði

-Nú steðgar eingin okkum!

Tá eg royni at sníkja mær millum mongu áskoðararnar í dýrdarveðrinum eftir dystarlok, hoyri eg ein rópa til vinmannin. Tað var sjálvandi meint í spølni, men tað lýsir væl fótbóltslagið í Fuglafirði í løtuni. Hóast David Jones framvegis ikki sleppur at standa við síðulinjuna, so hevur ÍF, undir hansara leiðslu, vunnið tvær ferðir upp í slag í Formuladeildini. Tað er ikki vanligur gerandisdagur í Fuglafirði í hesum døgum, nú liðið longu hevur fingið luft til botnstríðið.

Hóast allir millum áskoðararnar eru hetjur, so vóru fuglfirðingnar serliga glaðir fyri Balazs Sinkó í gjár. Framrættaði miðvallarin stóð fyri einsamalla málinum í dystinum, sum samstundis var hansara fyrsta fyri ÍF.

 

Lítið bit í

Vart tú ikki fjeppari við vøllin í Fuglafirði í gjár, mátti tú helst iðra teg um, at tú legði leiðina framvið. Fyrri hálvleikur hevði snøgt sagt einki at bjóða, og tú skuldi ikki vera serfrøðingur at síggja, at talan var um botndyst. Fleiri óneyðug mistøk vóru, lítið bit var í framrættaða spælinum, meðan møguleikarnir kundu teljast á einari hond.

Hóast liðini á vøllinum vóru sera lítið undirhaldandi, so eigur Jens Petur Brattalíð, dómari, rós fyri ikki at leggja dystin fullkomiliga í oyði. Í eyðkendum stíli bríkslaði hann bara, tá veruliga bríkslast skuldi. Fáir steðgir vóru í spælinum, so ferðin ikki heilt fór úr dystinum.

Brattalíð hevði eisini rætt í síni avgerð, tá hann miðskeiðis í fyrra hálvleiki bríkslaði fyri frísparki til Skála, fáar metrar frá brotsteigarmarkinum. Atli Kristiansen, sum var lítið eyðsýndur á miðvøllinum, skuldi eisini vísa seg at standa fyri frægastu royndini hjá gestunum undan hvíldini. Hann sendi høgt upp um málið.

 

Sigursmálið

Einsamalla málið í dystinum fall, tá fyrsti triðingurin av seinna hálvleiki var leiktur. Balazs Sinkó hevði í fyrra hálvleiki upplagdan møguleika at leggja heimaliðið á odda, men einsamallur framman fyri málinum rakti hann ikki bóltin, sum Bartal Eliasen hevði lagt fyri føturnar á honum.

Sinkó skuldi gerast dagsins maður hjá fuglfirðingunum, tá hann við høvdinum stýrdi hornasparkið í netið.

Í eini roynd at fáa útjavnandi málið setti John Petersen, venjari hjá Skála, seg sjálvan á vøllin, og hóast hann var millum teir bestu hjá gestunum, so eydnaðist ikki.

Leikliga var ÍF við yvirlutan, og tað fekk avgerandi týdning, at Sinkó tók av einum av fáu møguleikunum hjá heimaliðnum.

Fuglfirðingar vunnu fyri aðru ferð upp í slag, og tað er ikki vanligt í Formuladeildini. John Petersen hevur nógv at hugsa um, áðrenn dystin á Sandi komandi vikuskiftið. Pauli G. Hansen aftur í búnanum hjá Skála í gjár, og hann spældi seinasta hálva tíman. Tað kunnu teir av skálafjørðinum í øllum førum gleðast um.