Um skamma stund verður lykilin snaraður um á prentsmiðjuni hjá danska tjóðbankanum.
Og hetta hevur ikki sørt av sorgblídni við sær, sigur stjórin. Á prentsmiðjuni í kjallaranum eru menn í ferð við at prenta seinastu hálvtrísskrónuseðlarnar, ið sum vant innihalda ein kopartráð, vatnmerki, hologramm og onnur trygdareyðkenni, sum sjálvt prentararnir ikki kenna. Sama dag verður seinasti mynturin – ein tjúgukróna – ímerkt, og so er ein 1000 ára gamal siður farin í søguna.
Flyta til Finnlands
Í brátt komandi ári verður ímerkingin av donskum myntum flutt til eina verksmiðju í Finnlandi. Hvar donsku seðlarnir verða prentaðir í framtíðini, er ikki støða tikin til enn, men tað verður á eini prentsmijðu onkunstaðni í Europa, ið kemur við lægsta tilboðnum.
Reiðupeningurin á veg út
Stjórin í Tjóðbankanum, Hugo Frey Jensen, sigur, at orsøkin til at lata prentsmiðjuna aftur er, at danir í stóran mun eru farnir at nýta kort ístaðin fyri reiðupengar.
”Tað er við sorgblídni, at vit lata prentsmiðjuna aftur, men sum frálíður stóðu prentmaskinurnar stillar ein stóran part av árinum, og fíggjarliga er hettar ábyrgdarleyst”, sigur hann.
Mett verður, at danski tjóðarbankin sparir ímillum 10-15 milliónir krónur við at lata prentsmijuna aftur.