Ikki fleiri fótbóltsvøllir enn á sinni

- Áðrenn vit tosa um at byggja fleiri fótbóltsvøllir í Havn, skulu umstøðurnar til golf, svimjing og skoyting betrast, sigur Marin Katrina Frýdal, býráðslimur í Havn.

Golfvøll, nýggjan svimjihyl, skoytihøll og sauna til sjósvimjarar.

Alt hetta skal gerast fyrst, áðrenn nakar fótbóltsvøllur verður gjørdur aftrat. Men tá hesin so einaferð verður gjørdur, skal hann gerast við manér:

- Tá ið fótbóltur aftur stendur fyri tørvi, skal tað sjálvandi verða ein fótbóltshøll í Hoyvíkshaganum, slær Marin Katrina fast, nú býráðslimir eru farnir at tjakast í miðlunum um, hvar ein nýggjur fótbóltsvøllur skal liggja.

Sambært Marin Katrinu, sum er forkvinna í teknisku nevnd, er tað púra burturvið at leggja ein uttandura leikvøll á einum so ábærum og harðbalnum staði sum í Hoyvíkshaganum.

Hon fegnast hinvegin um at fimleikurin hevur fingið góðar umstøður í Fimi-høllini í Gundadali.

- Tað er skyldan hjá kommununi at býta skattakrónurnar, ið er ætlaðar ítróttinum, javnt millum allar áhugabólkarnar, sigur Marin Katrina Frýdal úr tjóðveldi fast.