Ikki ein song at uppdríva í Havn

Hotellini og gistingarhúsini í Havn uppliva eina sanna innrás av gestum fyri tíðina.

Sambært Jóhannu Rasmussen, Booking Manager hjá Hotel Føroyum, eru øll rúm upptikin, bæði á Hotel Føroyum, Hotel Tórshavn og á vallaraheiminum, Kerjalon.

- Vit hava tríggjar stórar bólkar beint í løtuni, tveir danskar og so ein norðurlendskan. Har er talan um ein bólk av pensjóneraðum lærarum, og tey eru um 100 fólk, sigur Jóhanna Rasmussen.

Í Kerjalon eru 22 rúm, tó við fleiri sengrum, og har er fult, og øll 43 rúmini á Hotel Tórshavn eru full.

- Tað er sjálvandi avmarkað við rúmi, tá talan er um bólkar, men tað, at vit hava tríggjar stórar bólkar merkir eisini, at vit ikki hava pláss fyri nøkrum av teimum handilsvitjandi, ið vanliga búgva hjá okkum, og tað eru vit sjálvandi hørm um, sigur Jóhanna Rasmussen.

Men tað er ikki bara í Havn, at alt er fult belagt.

- Eisini Hotel 62 Norð og Gjáargarður hava full kømur, og fyri okkum hevur talan verið um ein góðan juni mánað. Sum er hava vit 10-15 kømur leys, men vit rokna við, at tey eisini verða full. Sesongin er byrjað, og so er bara at vóna, at góði belegningurin í juni heldur sær alla vertíðina, sigur Jóhanna Rasmussen.