- Blóðtrýstið er ókey! Hann hevur fingið Primperan, Voltaren og injektión av Ketogani frá læknanum! Klokkan er trý korter til ellivu ein vanligan fyrrapart. Vit eru á veg av Gomlurætt til Havnar. Í ljósabláari skjúrtu við stuttum ermum situr 42 ára gamli Petur av Kák og viðger sjúklingin á børuni. Tríogtretivu ára gamli Rani í Líð, sum koyrir sjúkrabilin, er í hvítari t-troyggju. Boðini frá kommunulæknanum eru, at sjúklingurin, sum er sandoyingur um seksti ára aldur, hevur gallstein. Ella kanska hjartatrupulleikar. Hann hevur ógvuliga ilt og fær ilt gjøgnum Hudson-masku. Petur av Kák heldur fram at kunna vakthavandi í Havn í telefonini: - Læknin visti ikki, um tað møguliga var gallsteinur. Men hann helt ikki, at tað var hjartað. Maðurin hevur einki tikið fyri hjartað. Blóðtrýstið var 152 yvir 85 klokkan 10.36. Vit máta blóðtrýstið aftur nú. Hann saturerar 100, og pulsurin er 53. Her stendur returkoyring 1 í journalinum, men vit koyra kotu 2. So tað er í fínasta ordan. Ókey, bei! Sjúklingurin er róligur, hóast hann enn fær ringar ríðir við pínu. Tá ið herðindini eru harðast, trívur hann við høgru hond í eitt handtak uppi undir loftinum og lyftir seg uppfrá. Hann spennir, so hvør spong spílast. Men komin á Velbastaðarháls fjara líðingarnar so líðandi av. Júst sum Rani hyggur í speglið, spitar upp og fer fúkandi fram við einum bili, yvirhálar Ketoganið pínsluna hjá tí sjúka. Petur mátar blóðtrýstið. Tað er í lagi. Ketogankáti sjúklingurin fer at tosa um gamlar dagar, tá ið Tórshavn Radio og Reyði Krossur vóru álitið. Petur smírist heldur hveppin men leggur enn dent á at halda øllum ótta burturi. - Tú hevur havt herðindi av pínu, ha? Eg síggi, at læknin segði, at tað kundi vera gallsteinur, og at tað neyvan var hjartað. Tað er gott! Koma herðindini í høgru síðu? - Ja, svarar sjúklingurin og leggur so afturat, nøgdur sum bara ein maður við uppgangandi kenning kann vera: - Nei, tað var ikki lív við Reyða Krossi! Petur tekur kjansin og smekkar heitasta politiska evnið á børnuna: Sandoyartunnilin! - Hvat heldur tú; skulu vit hava handa tunnilin? Men sandoyingurin á børuni tekur øll á bóli. Hann avdúkar, at hann ikki torir at siga, at hann er rættiliga væl nøgdur við Teistan! Flent verður hjartaliga, og soleiðis gjørdi eitt leystligt prát um fast samband høvuðsorsøkin til, at langi túrurin tóktist munandi styttri. Tí nú eru vit brádliga beint við bráðmóttøkuna í G-bygninginum. Petur loysir blóðtrýstmátaran av arminum, beint áðrenn vit bakka inn móti hurðini. Hann hevur eisini loyst iltslanguna frá, tá ið Rani togar børuna út. Vit rulla mannin inn á skaðastovu 1, har ið læknin tekur um endan. Petur iðrar seg eitt sindur um, at hann ikki setti elektrodur á mannin og tók hjartamynd. Hann skrivar ambulansujournalin lidnan, meðan Rani fer at gera sjúkrabilin kláran til næsta túr. Á veg út hoyra vit læknan spyrja sjúklingin, um hann er trongur. Og sandoyingurin svarar: - Ja! Eg eri gorhungraður! Tað sker bara EINKI! Petur og Rani flyta uttan íhald sjúklingar inn á Landssjúkrahúsið og millum deildirnar. Petur fegnast um, hvussu gevandi tað er at vera saman við einum hjartatroyttum abba, sum Jenis av Rana leggur inn, og Rani harmast um, at ein fitt, krabbasjúk langomma, ið teir koyra til kanningar, neyvan verður livandi leingi. Løtu seinni gleðist Rani hinvegin um, hvussu vælsignað tað er at síggja framgongdina hjá eini yngri, heilaskaddari konu, sum hann koyrir av fysioterapiini niðan á E3. Og Patch Adams stendur neyvan Peturi av Kák kurl, tá ið portørurin fær tríggjar sjúkar vágamenn á somu stovu at renna saman í ein sannan skreyteld av skellilátri. Meðan Petur og Rani alsamt føða sjúkrahúsið við rávøru, sæst ein stuttbeintur nólsoyingur við treystligum gongulagi fara í allar ættir innandura. Maðurin er um fimmti ára aldur. Hann eitur Niels Danielsen og er eisini portørur. Høvuðsskyldurnar hjá Nielsi eru at heinta rusk, skitið toy og brúktar sengur í dagtímunum. Fyrsta leiðin hjá Nielsi um morgunin er til E3, sum er uppvenjingardeild til sjúklingar, ið hava hava verið raktir av heilabløðing ella hava sklerosu. Ruskið er í svørtum plastikkposum, og toyið er í hvítum toyposum. Alt er savnað í skolirúmunum. Niels tveitir toyposarnar á ein parkeraðan vogn í tunlinum. Seinni koma kviku katakombikkini at avheinta vognin við trukki og sleipa tunga toyfjallið allan vegin undir jørð niðan í vaskaríið. Ruskið fer út í kjallaratúnið eystanfyri. Okkurt lamskotið flogvit hevur fingið tað andleysa innskot, at ruskbingjan ikki kann standa aðrastaðni enn beint við inngongdina til kapellið. Bingjan er ikki feld niður í túnið; hon stendur bara har sum eitt falliskt listaverk og blómar í fullari hædd. Og hon lekur eisini eins og ein onnur Oljshana. Fleiri ferðir um dagin noyðist lágvaksni nólsoyingurin av almakt at tveita rokaðar ruskposar eina slaka manshædd upp í loft, fyri at fáa ruskið inn um bingjukantin. - Her er eisini nógv gamalt blóð, sigur Niels um medisinska ruskið frá rannsóknarstovuni. Hetta ruskið fer í eina serliga bingju, sum stendur uppaftur tættari inngongdini til Kapellið enn áður nevnda, bláa ruskbingja; hon, ið ein lýggjan dag loypur bæði í eygu og nasar. Niels fer síðan í skolirúmini á seingjardeildini til skurðsjúklingar, medisinsku dagdeildini, skurðgongini, rannsóknarstovuni og intensivu deild, áðrenn hann sum tað seinasta tømir ruskrúmið í kioskini. Arbeiðsskyldurnar við innbygdum óskynsemi dugir hann uttanat. Ikki minst hevur Niels vant seg við at bíða eftir, at ein lyfta skal verða tøk. Í sambandi við drepandi bíðitíðina hevur onkur speisom sál klistrað eina parkeringsskivu á vognin hjá honum. - Man ger vart við hetta og hitt, men tað sker bara EINKI, suffar Niels, sum hevur starvast her í 28 ár. Umsíðir eydnast tað at leggja hald á eina lyftu við lyklinum, ið Niels hevur krógvað aftan fyri Kapel-skeltið í kjallaranum. Meðan lyftan togar okkum heilt upp á átta, roynir Niels at týna tøgnina. Hann klappar fyri seg sjálvan, ger prumpiljóð við hondunum og mutlar miðleyst: - Bumm, bumm, bumm! Niels steðgar við hvørja deild frá átta og niðureftir. Hann kagar út um lyftukarmin at vita, um starvsfólkini hava hildið fyriskipanina og sett brúktu sengurnar við lyftuna. Sengurnar verða handaðar Salvør Reynagarð og Marthu Johannesen í kjallaranum. Tær kunnu vaska seytjan skitnar sengur í senn, hóast madrassurnar mangan eru mettaðar við mannatrekki, spýggjuløgum og slintrum av storknaðum sveita. Í sambandi við sengurnar liggur Niels í einum endaleysum stríði um territorium. Alneyðugt er at hava smáar seingjagoymslur allastaðni, so at honum ikki nýtist niður til Salvør og Marthu eftir reinum sengrum hvørjaferð. Enn sleppur hann at hava fýra á goymslu uttan fyri rannsóknarstovuna, men tað verður valla leingi, skilst. Klokkan 9 taka vit ein innlagdan mann út úr móttøkuni. Hann er lagdur niður í song og skal upp á átta. - Nú, tygum eru ússaligur í morgun, sigur Niels við mannin. - Ja, svarar tann gamli. Eg skuldi fara at svimja í morgun, men so fór alt at sigla fyri mær. - Góðan morgun, tit! Her er ein maður til tykkara! - Fínt, Niels! Koyr hann bara innar á stovu eitt! - Ókey, sigur Niels og gevur sjúkrasystrunum eitt lítið nevs fyri at hava gloymt tvær skitnar sengur inni á stovu eitt. Tað er kanska ikki uttan orsøk, at okkurt eitur serlæknar. Á veg eftir eini tómari song, fara vit fram við einum ógvuliga álvarsomum av slagnum. Niels hyggur skálkakendur upp á blaðmannin og strýkur sær um stubbuta yvirskeggið: - Hasin fýrurin, tú møtti har; hann er súrasta menniskjað í húsinum! Guli og angandi deyðin - Eg veit ikki, hvussu dýrt tað var, men tað var ið hvussu er eitt helvitis stríð, tá ið babba fór til gravar. Eini 300 fólk skuldu hava sangir og alt møguligt. Men tað var ókey aftaná … Petur av Kák hugsar hart um overvandi ervið hjá pápanum. Orsøkin er, at prátingarsama gravarhjálpin, Herman Eysturoy, er komin við eini tómari kistu. Petur og Rani hava ongan sjúkraflutning júst nú, so teir kunnu koyra kistuna niðan í kølirúmið. Herman veit at siga, at dýrasta jarðarferð, hann hevur skipað fyri, kostaði 116.000 krónur. Petur ristir við høvdinum, tá ið vit rulla inn í lyftuna við tómu kistuni: - Ja, nógv sjáldsom fólk eru. Eitt lík, sum vit lótu í, skuldi partú jarðast í eini t-troyggju við áskriftin: Welcome to Mallorca! Um middagsleitið koma boð frá vakthavandi Jógvan Pálli Hansen. Deyði maðurin er nú komin í kistuna í øllum góðum, og børan skal úr kølirúminum niður í kapellið. Á sonevndu sektiónsstovuni hevur onkur hongt eitt pappír, sum vísir, hvussu tú bindur Windsor-slipsknútin í seks stigum. Tað er sjálvandi til portørarnar, sum skulu binda slipsknút fyri tey deyðu. Hurðin til sjálva líkuppskeringina stendur á gloppi. Vit fara innar. Eitt lík liggur á borðinum. Uppi yvir tí deyða stendur portørurin, Ove Berg Jacobsen. Ove er í hvítum klæðum og svintu. Hann ger klárt at skera líkið upp og finna deyðsorsøkini. Beint tá ið hann stendur við stóra knívinum, sum patologurin brúkar at skiva gøgnini við, koma telefonboð um seinking: Tey læknalesandi, sum skuldu eygleiða líkuppskurðin, vilja eta døgurða áðrenn. Hin seinni deyði maðurin; tann, sum Rani og Petur eru sendir eftir, sær alt annað enn livandi út, har ið hann liggur í kistuni í kølirúminum beint við. Hann gapar og er rættiliga gulur. Og nøsin er eitt sindur skeiv. Men hann er ógvuliga snøgt ílatin. Børan verður rullað úr kølirúminum á stovuhæddini og yvir í lyftina. Í kapellinum tryggja Rani og Petur sær, at maðurin sær virðiligur út, og at børan stendur áraka gula trækrossin á bróstinum. Avvarðandi hjá hinum manninum, sum varð skorin upp, hava ringt til trissuna. Tey vilja sleppa at síggja hann og geva honum klæði til seinastu ferðina. Petur og Rani fara innar at gera mannin til reiðar. Hann liggur enn á borðinum. Vit kaga niður á kravda navnaseðilin á høgru stórutá og ganga stillisliga fram til høvdalagið. Lítillætna andlitsbragdið fær rúmið at smakka av stingandi sorg. Her luktar søtt, og nakni maðurin er ísakaldur. Men hann er merkiliga lítið merktur av at hava verið opaður og kannaður út í æsir. Ein lítil, hvít klisturrípa niður eftir bulinum er at kalla alt, ið er at síggja. Jú, arbeiðið hjá Ova er ótrúliga væl frágingið. Petur leggur eitt handklæði inn undir nakkan á líkinum, og Rani tekur í beinini. So lyfta teir tað av borðinum og yvir í seingina. Maðurin er lítil men ógvuliga tungur at at fáast við. Fyrst fer seingin undan, men so riggar at enda. Brádliga dettur høgri armur niður við seingini. - Stakkalin, sigur Petur virðiliga og leggur armin inn við liðina aftur. Teir leggja lak út yvir hvíta kroppin og fara út við seingini. Rani og Petur mugu kísta ein forvitnan, fimm ára gamlan drong burtur frá lyftuni, sum skal lora líkið niður í sekstímarúmið, har ið tey avvarðandi skulu síggja tað. Komnir niðurundir, leggja teir lakið beint og slætt. - Trissan kemur niður at tendra stearinljós um ein løtu, greiðir Rani spakmæltur frá og letur hurðina varliga aftur.