Ikki alt, sum er mist, er ein missur?

Ronnie er aftur klárur við einum nýggjum sangi. Sangurin kallast ”Ongin Missur” og snýr seg um ólukkuligan kærleika, ótrúskap, bitturheit og tað at koma víðari. Søgan er fiktiv, men nógv kunnu møguliga kenna seg aftur í tekstinum.

 

Julian Andreasen hevur framleitt og ljóðblandað sangin, og Henning Jensen hevur hjálpt til við lagnum og spælt guitar. Óli Poulsen hevur mastrað.

 

Sangurin er ma. at finna á Youtube, Spotify og Apple Music.

 

##med2##

 

Lag: Ronnie Korsager Davidsen & Henning Jensen

 

Orð: Ronnie Korsager Davidsen

 

Framleitt og ljóðblandað: Julian Andreasen

 

Sangur: Ronnie Korsager Davidsen

 

Kór og lagt til rættis: Ronnie Korsager Davidsen & Henning Jensen

 

Mastering: Óli Poulsen

 

Mynd: Allan Korsager Davidsen