Ikki absurt at teingja uttanríkis- og handilspoltikk upp í trygdarpolitikk

Dømini eru óteljandi um at handilstiltøk verða nýtt sum uttanríkis- og trygardpolitisk amboð. Hóast Føroyar á ongan hátt kunnu samanberast við tey ósikkiligu londini, ið vanliga renna okkum til hugs, tá handilsforðingar verða nevndar, minnast vit øll væl, tá ES setti handilsforðingar í verk, tí Føroyar ikki spældu við.

 

Fríhandilsavtalur eru somuleiðis eitt vælkent amboð at fremja uttanríkis- og trygdarpolitisk mál, álit og samstørv. Obama-stjórnin var væl ávegis at fremja stórar fríhandilsavtalur, m.a. fyri at plikta seg til sínar sameindu hinumegin hav, bæði Atlantshav og Kyrrahav. ES ger somuleiðis fríhandilsavtalur við onnur lond við tí fyri eyga, at fremja síni uttanríkis- og trygdarpolitisku mál (t.d. treytir í fríhandilsavtalunum við Ukraina, Moldova og Georgia).

 

Tí ivist eg í, um tað er kontrovertielt, tá Føroyar ynskja at teingja trygdarpoltikk og handilspolitikk saman. Gamaní eru NATO og ES hvør sín felagsskapur, men tað merkir ikki at tey hava hvør síni trygdarpolitisku áhugamál. Tað hevur eisini verið ført fram, at ES ikki tekur sær av trygdarpolitikki. Tað er ikki heilt rætt. ES hevur ein felags uttanríkis- og trygdarpolitikk (Common Foreign and Security Policy), ið m.a. staðfestir, at NATO hevur ábyrgdina av at verja evropeiska landaøkið.

 

Hóast vit hava góð handilssamstørv eystureftir, so ivast ongin í, hvørji okkara sameindu eru, og hvar okkara loyalitetur liggur – hetta er eisini væl og virðiliga staðfest í nýggjari kanning hjá Fróðskaparsetrinum og av landsstýrismanninum í uttanríkismálum.

 

Blindi bletturin í Norðuratlantshavi stendur nú sum ein reyður sirkul brendur fastur í nethinnuna á teimum, ið sóu upplýsandi innslagið um Radaramálið (D&V 17.02.22). Tað er eyðsæð, at tørvurin at tippa holið er stórur – og neyvan hava føroyingar nakað prinsipielt ímóti at leggja lendi til, fyri at hjálpa okkara sameindu.

 

NATO-radarin hevur verið í umbúna líka síðan 2016, ella longri, og varð henda ætlan endaliga staðfest, tá danska verjumálaráðið kunngjørdi Arktis Kapacitetspakkan fyri einum ári síðan. Tí er tað undranarvert, at vit nú skulu takast við uppá ráð, tá avgerðin fyri langari tíð síðan er tikin aðrastaðni. At landsstýrismaðurin í uttanríkismálum ella Føroya løgting skulu taka avgerð í hernaðar- og verjumálum, ið ikki eru føroysk málsøki, og harumframt longu eru avgreidd, kann tí tykjast sum ein blástempling og reinur og skærur sjónleikur.

 

Tað, at vit nú í 12. tíma eru spurd hvørja støðu vit í Føroyum hava til radaran, hevur elvt til eina politiska orrustu, ið ber brá av, at málið ikki hevur fingið neyðuga tíð at búnast. Sjónarmiðini eru einvís og av tí sama ofta illa grundgivin. Harðastu røddirnar í almenna rúminum kunnu tykjast at hava ta áskoðan, at vit eiga at vísa treytaleysan loyalitet mótvegis okkara sameindu, meðan onnur halda, at vit eiga at byggja okkara egna hernaðarradara, samstundis sum krøv um handilsavtalur verða skýrd at vera absurd. Líka absurt kann tað tykjast, at vit yvirhøvur verða spurd.

 

Tað er møgiliga órealistiskt at samráða okkum til eina ítøkiliga fríhandilsavtalu við ES, afturfyri at loyva NATO at byggja ein hernaðarradara í Føroyum. Hetta kemur tó mest av, at skotbráið er so stutt. Ein fríhandilsavtala kemur ikki av sær sjálvari, men krevur umfatandi samráðingar, ið ofta byggja á drúgvar og krevjandi tilgongdir, bara fyri at sleppa í samráð við mótpartin. Vit skulu eisini hava í huga, at Føroyar eru ikki ein suverenur aktørur, ið eftir egnum tørvi sleppur til orðanna har slíkar avtalur verða gjørdar. Tí hevur tað alstóran týdning, at vit arbeiða fyri at fremja okkara uttanríkis- og handilspolitisku áhugamál, hvørja ferð høvi býðst.

 

Um vit veruliga ynskja at fremja okkara handilspolitisku ætlanir úti í heimi, hava vit hvørki tíð ella ráð at vera so eyðmjúk um okkara áhugamál, at vit nóg illa tora at seta tey á dagsskrá og skapa ein dialog við okkara sameindu. Tað kemur meira enn so fyri at uttanríkis- og handilspolitikkur verður knýttur afturat trygdarpolitikki. Hetta er púra vanligt millum suverenar aktørar, og tí er tað somuleiðis okkara skylda at røkja okkara egnu áhugamál fyrst og fremst og við virðing.

 

Ólavur Dalsgarð,

 

stjórnmálafrøðingur við sergrein í trygdarpolitikki