ÍF og Víkingur leggja saman

ÍF og Víkingur hava skrivað undir samstarvsavtalu, sum inniber, at feløgini nú hava felags kvinnulið

ÍF skrivar á heimasíðu felagsins, at avtalan ber við sær, at feløgini fara at samstarva um U17-liðið hjá gentum og liðini í 1. og 2. deild hjá kvinnum.

 

Víðari verður sagt, at liðið spæla annan hvønn heimadyst í Fuglafirði og annan hvønn í Gøtu ella Leirvík. Eisini er gjørt av, at til útidystir verður aðru hvørja ferð spælt í búnanum hjá ávíkavist Víkingi og ÍF. Hjá kvinnum verður liðið nevnt ÍF/Víkingur, meðan heitið verður Víkingur/ÍF, tá talan er um U17-liðið.

 

Tað verður Durita R. Djurhuus, sum hevur virkað sum venjari hjá ÍF, ið skal standa á odda fyri kvinnuliðunum hjá feløgunum báðum