Í ár eru liðin 75 ár, síðan Ítróttarfelagið Føroyar, vanliga nevnt ÍF Føroyar, varð sett á stovn.
Hetta ætlar felagið at hátíðarhalda við einum stórum almennum tiltaki tann 5. apríl í Føroyahúsinum.
Endamálið við tiltakinum er at leggja fram ríku søgu felagsins við myndum, gomlum dystarfrásagnum, gomlum leikarabúnum o.ø., sum hevur verið møguligt at útvega.
Umframt hetta kemur Heini í Skorini at greiða frá síni tíð í ÍF Føroyum og við egnum hugleiðingum at meta um týdningin, sum ÍF Føroyar hevur og hevur havt fyri føroyskar útisetar í Keypmannahavn hesi 75 árini, ið felagið hevur virkað.
Tiltakið endar við almennum dansi, har ið sera vælumtókti bólkurin Rox við Signari í Homrum kemur at spæla