Ísraelski herurin í hørðum bardøgum við Hamas

- Fleiri tíggjutals Hamas-limir eru dripnir í bardøgum seinastu tímarnar, sigur ísraelski herurin.

Sambært ísraelska herinum (IDF) eru ísraelskar deildir í dag í hørðum bardøgum við Hamas í Gazageiranum.

 

Samstundis halda ísraelsku loftálopini fram móti málum í Gaza.

 

- Ísraelsku deildirnar eru í hørðum bardøgum við Hamas-terroristar langt inni í Gazageiranum.

 

Ísraelski herurin IDF leggur aftrat, at fleiri tíggjutals Hamas-limir eru dripnir í bardøgum seinastu tímarnar.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindini nú seinnapartin.