Ingolf S. Olsen
Fuglafjørður skal endurreisast sum høvuðsstaðurin fyri føroysku uppsjóvarvinnuna á landi.
Tað er dreymurin og aðalmálið hjá Sigurði S. Simonsen, býráðslimi og fyrrverandi borgarstjóra í Fuglafirði, sum hevur tikið stig til at byggja eitt nýtt virki at virka uppsjóvarfisk til matna. Um ætlanin gerst veruleiki, verður virkið bygt við síðuna av verksmiðjuni Havsbrún á havnalagnum í Fuglafirði.
- Tað er nú, tað skal vera, tí tað er ríkiligt av uppsjóvarfiski til trý virki, og eg meti útlitini fyri framtíðina vera góð. Í fjør tóku virkini á Tvøroyri og í Kollafirði móti til samans 200.000 tonsum og Havsbrún móti 140.000 tonsum av uppsjóvarfiski. Í ár eru útlit fyri, at samlaða uppsjóvarkvotan hjá Føroyum verður ein hálv millión tons. Gaman í fer eitt sindur burtur av, sum vit lata í býti við onnur lond, men kortini eru nøgdirnar øgiligar, sum verða eftir til okkum sjálvi.
- Og tá skal havast í huga, at verandi virkir og tað, sum vit hava í umbúna, klára seg við 50.000 – 60.000 tonsum í part um árið við verandi prísum, sigur Sigurð S. Simonsen.
Gomul ætlan
Tað er í veruleikanum ein gomul ætlan, sum hann nú hevur tikið fram aftur.
Longu fyrst í 1990-árunum ætlaði Andreas Lava Olsen sáli, táverandi stjórin á Havsbrún, at byggja eitt uppsjóvarvirki við síðuna av verksmiðjuni at framleiða til matna. Tunlar til frystigoymslu vóru longu gjørdir tá, og hann var komin so langt við ætlanunum, at avgerð eisini var tikin um plaseringina av virkinum, so hon kom at sampakka við tunlarnar.
- Eggið bleiv til unga, tí eitt pilotprosjekt, Pelagos, ið var eitt lítið virki, sum bleiv bygt tá. Men so kom kreppan, og Havsbrún fekk ikki fígging til sjálva verkætlanina at byggja eitt fullfíggjað uppsjóvarvirki til matvøruframleiðslu. Sum tískil varð slept, og Pelagos lat eisini aftur, greiðir Sigurð S. Simonsen frá.
Drívmegin hjá honum at fara undir royndina at fremja gomlu ætlanina í verki er idealisma og alskur til heimbygdina.
- Sjálvur verði eg millum teir heilt smáu íleggjararnar, og eg vænti mær ikki nakran stóran persónligan vinning av hesum. Men eg eri áhugaður í at fjálga um vinnulívið í økinum og eri góður við Fuglafjørð, sigur Sigurð S. Simonsen.
Pelagiskur miðdepil
Hann heldur tað vera náttúrligt, at Fuglafjørður verður vertur fyri einum uppsjóvarvirki, tí einasta verksmiðjan, sum tekur ímóti uppsjóvarfiski, eisini liggur har.
- Fuglafjørður hevur hesi seinastu 48 árini, síðani Havsbrún kom, verið tann pelagiski miðdepilin í Føroyum. Tann vinnan hevur givið lív til fleiri aðrar fyritøkur og virksemi í fyritøkum, sum vóru her frammanundan. So fyri Fuglafjørð og alt økið her hevur Havsbrún verið høvuðslívæðrin, sigur hann.
Eftir kollsigldu ætlanirnar fyrst í 1990-árunum hava aðrar royndir verið gjørdar at fáa eitt uppsjóvarvirki í býnum.
Tá hollendski matvørurisin Kloosterboer stutt undan aldarskiftinum ætlaði sær henda vegin at byggja uppsjóvarvirki, var Fuglafjørður leingi upp á tal.
- Eg veit ikki akkurát, hvat tað var, sum gjørdi tað, um teir kanska fingu bjóðað betri umstøðuri Kollafirði ella okkurt sovorðið, men virkið endaði har, tá til stykkis kom, sigur Sigurð S. Simonsen.
Krakk frá Varðanum
So lógu ætlanirnar aftur stillar í nøkur ár, til tær vórðu tiknar fram aftur fyri 6-7 árum síðani. Sigurð S. Simonsen, sum var vorðin borgarstjóri í 2001, tók tá stig til eitt samstarv við búskaparfrøðingin Óla Samró, sum fekk litið upp í hendi at marknaðarføra verkætlanina og royna at fáa íleggjarar. Hetta samstarvið helt fram, til Varðin í Gøtu gjørdi av at byggja uppsjóvarvirki á Tvøroyri.
- Áhugi var millum íleggjarar líka úr Hollandi til Japan at seta pening í eitt uppsjóvarvirki her, og verkætlanin fekk eisini uppbakking her heima. Men íleggjararnir vildu hava vinnuna á sjónum, reiðaríini við. Tí var bíðað í spenningi eftir gøtumonnunum. Úrslitið bleiv sum øllum kunnugt, at tað bleiv ikki her, teir satsaðu. So tá fór luftin aftur úr verkætlanini.
- Tað kunnu vera ymiskar orøkir til, at Varðin gav Fuglafirði krakk og fór heilt til Suðuroyar við sínum virki – eisini orsøkir, sum eg ikki kenni – men vit høvdu eisini ávísar trupulleikar við havnaviðurskiftunum júst um tað mundi, millum annað fór havnabygging, sum var í ger, í knús í einum illveðri, sigur Sigurð S. Simonsen.
Pláss fyri trimum
Nú hevur hann so blást lív í aftur verkætlanina, og hann vísir aftur atfinningunum, sum eisini hava verið at hoyrt. Millum annað heldur stjórin á Varðanum Pelagic á Tvøroyri í grein aðra staðir í blaðnum, at tað ikki er rúm fyri meira enn tveimum uppsjóvarvirkjum, sum framleiða til matna, í Føroyum.
- Tað skilji eg ikki, tá hugt verður eftir kvotustøddunum og útlitunum. Serliga nú alt bendir á, at svartkjaftakvoturnar fara at økjast munandi, so bara tær fara at koma upp á eini 250.000 – 260.000 tons. Svartkjafturin kann jú fiskast alt árið, meðan sildin og makrelurin verða fiskað í vertíðum, ið fella saman. Tað fer at merkja støðugari arbeiðsgongd og arbeiði at kalla alt árið.
- Vit mugu eisini minnast til, at einaferð verður friður aftur á feltinum, og boykott og havnastongsul verða av. Tá verða umstøðurnar totalt broyttar, og vit kunnu við trimum nýmótans virkjum, sum liggja stak væl fyri, kappast um allan uppsjóvarfiskin í Norðuratlantshavinum, sigur Sigurð S. Simonsen.
Atlantiskur miðdepil
Hann vísir á, at serliga við svartkjaftinum liggja Føroyar sera væl fyri at kappast um rávøruna.
- Norðmenn, til dømis, fiska 95 prosent av teirra svartkjafti aðra staðir enn í norskum sjógvi. Tað mesta verður fiskað í ES-sjógvi, vestan fyri Írland og Sankt Kilda og á Hatton Bank. Haðani er ov langt at sigla til Noregs at landa til matna, men tað er lagamanni at sigla til Føroya. Um vit bera okkum rætt at, kunnu vit fara frá onki virki at hava og nærum bara liggja í vegin, áðrenn makrelstríðið tók seg upp, til at verða ein miðdepil fyri pelagiskum matfiski í Norðuratlantshavi, sigur Sigurð S. Simonsen.
Hann sær eisini fyri sær, at eitt triðja virki fer at skapa eina positiva effekt fyri alla vinnuna heldur enn oyðileggjandi kapping.
- Tá spíssbelastningurin er í makrel- og sildavertíðini klára tey bæði virkini, sum nú eru, ikki at arbeiða undan, so lutfalsliga nógv endar á Havsbrún. Við trimum virkjum fer upp aftur størri partur av uppsjóvarfiskinum til matna, har virðisøkingin er størst.
- Skulu vit tosa um, at onkur missir, so er tað kanska Havsbrún, sum fer at fáa minni í sín part, enn um tað bert vóru tvey virkir, ið framleiddu til matna. Men samanumtikið fer eitt nýtt uppsjóvarvirki í Fuglafirði at hava øgiliga stóran týdning, ikki bara fyri seg sjálvt, men fyri alt hitt virksemið her á leið eisini, sigur Sigurð S. Simonsen.
Bara ein verksmiðja
Hinvegin heldur hann tað ikki skapa nakra positiva effekt ella gagna vinnuni yvirhøvur, um Varðin Pelagic eisini fer undir mjølframleiðslu á Tvøroyri sum svar upp á eitt nýtt uppsjóvarvirki í Fuglafirði.
- Tað vil jú verða í andsøgn við verandi gongd, har roynt verður at fáa støðugt meira av uppsjóvarfiskinum framleiddan til matna. Tað er ein gongd, sum øll ynskja, og tí sær tað ikki serliga skilagott út í mínum eygum, um kapasiteturin til ídnaðarframleiðsluna samstundis verður øktur.