Orsøkin er, at tilmælið, sum ICES kom við seinasta heyst, var ikki eitt veruligt kvotutilmæli.
-Tilmælið um at seta heildarkvotuna til 890.000 tons í ár bygdi á fiskiskapin tey seinastu trý árini og ikki á vísindaligar dátur, sigur Leif Nøttestad, fiskifrøðingur á norska Havrannsónarstovninum, við heimasíðuna hjá norska reiðarafelagnum.
Leif Nøttestad sigur, at nú hava fiskifrøðingarnir nógv fleiri granskingarúrslit, sum millum annað eru bygd á, hvar merktur makrelur er veiddur. Harafturat hava teir upplýsingar um altjóða trolroyndir í 2007 og árini frá 2010 til 2013, sigur hann.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur sagt, at verður tilmælið hjá ICES 890.000 tons, fara Føroyar møguliga at tilluta sær 23 prosent av teirri kvotuni ella 206.000 tons í ár.