Enn er ikki staðfest, um stórskjúttin hjá VÍF, Áki Egilsnes fer at spæla við ÍBV í bestu íslendsku hondbóltsdeildini, sum nevnist Olísdeildin. Ein av fremstu oljuveitarunum í Íslandi er høvuðssponsorur hjá bestu hondbóltsdeildini.
Íþróttabandalag Vestmannaeyja - ÍBV - er stóra ítróttarfelagið á Vestmannaoyggjunum. ÍBV kappast eisini í fótbólti. Kappingarárini 1999 og 2000 spældi føroyski landliðsspælarin, Allan Mørkøre við besta mansliðnum hjá ÍBV, og skeyt fýra mál í 22 dystum fyri felagið. Umframt í hondbólti og fótbólti kappast ÍBV eisini í flogbólti, kurvabólti, svimjing, og í frælsum ítrótti. Í Íslandi er siður, at ítróttarfeløg fevna um nógvar ymiskar ítróttargreinir.
Besta manslandsliðið hjá ÍBV í hondbólti hevur gjørt vart við seg seinastu tvey árini, men hevur annars ikki ta stóru søguna at vísa í hondbólti. Í 2014 vann liðið íslendska meistaraheiti á fyrsta og einasta sinni, og í vár gjørdist liðið steypavinnari á øðrum sinni í søgu felagsins. Fyrra steypasigurin vann ÍBV í 1991.
Kappingarárini 2009-2013 spældi ÍBV í næstbestu íslendsku hondbóltsdeildini, áðrenn teir vunnu seg upp í bestu mansdeildina. Í ár hevur liðið rokkið triðja umfari í EHF Challenge Cup kappingini, har portugisiska liðið Benfica verður mótstøðuliðið.
"Nýji Salurin" eitur høllin, har ÍBV spælir sínar heimadystir. Høllin rúmar næstan 1.000 áskoðarum, tá útselt er til ein dyst hjá ÍBV. Besta kvinnuliðið hjá ÍBV hevur vunnið fýra meistaraheiti í hesari øldini, og er eisini at finna í bestu hondbóltsdeildini í Íslandi, so áhugin fyri hondbólti er stórur úti í Vestmannaoyggjunum, sum hann annars er kring alt Ísland.










