Háspenningur er enn í luftini undan tingfundinum í morgin eftir ruðuleikan í Løgtinginum í gjár, tá tveir av samgonguflokkunum vístu seg ikki at vera stjórnarberandi.
Hjá Framsókn lupu tveir tingmenn frá, og somuleiðis hjá Tjóðveldi lupu tey tingfólk frá avtaluni um Suðuroyartunnlin, sum samgongan hevur sett sær fyri at fremja.
Bara Javnaðarflokkurin stóð saman og leveraði allar atkvøðurnar til bæði tingmálini, hækkan av pensjónsaldrinum og Suðuroyartunli.
Tað hevur staðið nógv á hjá Javnaðarflokkinum, sum er undir hørðum trýsti frá fakfelagum og nógvum veljarum, ikki eru fegnir um, at flokkurin hækkar pensjónsaldurin í óðum verkum heldur enn at halda seg til avtaluna frá 2017, sum er staðfest í galdandi lóg um fólkapensjón. Sambært honum kann Løgtingið hækka pensjónsaldurin upp í 70 ár við at gera tað í mesta lagi við einum hálvum ári fimta hvørt ár.
Men eftir trýsti frá Framsókn er Javnaðarflokkin gingin frá hesum fyri at gera tað skjótari fyri at bøta um haldføri aftur fyri, at málið um Suðuroyartunnilin kann verða samtykt.
Búskaparráðið hevur sagt, at helvtin av haldførisavbjóðingini verður loyst við at hækka pensjónsaldurin til 70 ár. Men enn er einki sagt um, hvussu tað merkir, nú hann bara verður hækkaður til 69 ár.
Spurningurin er nú, um Javnaðarflokkurin er bundin av avtaluni um at hækka pensjósaldurin, sum kemur til 3. viðgerð í morgin, tá báðir samgonguflokkarnir brutu avtaluna um Suðuroyartunnilin.
Sambært skránni fyri tingfundin í morgin, so skal Løgtingið fyrst taka støðu til Suðuroyartunniln – áðrenn málið um pensjónsaldurin kemur á skrá.
Tað merkir, at Javnaðarflokkurin nú kann geva samgonguflokkunum av somu skuffu: »Atkvøða tit ikki fyri Suðuroyartunlinum, so atkvøða vit ikki fyri at hækka pensjónsaldurin.«
Ein slík avgerð kann útloysa eitt løgtingsval. Men hon kann eisini bjarga Javnaðarflokkinum undan ringasta skrædlinum á komandi løgtingsvali – tí bæði javnaðarveljarar og fakfeløg finnast harðliga at flokkinum í hesum máli.










