Tað er Erhard Joensen, løgtingsmaður, sum hevur sett Margit Stórá, landsstýriskvinnu í almanna- og heilsumálum ein grein 52a fyrispurning um umvælingina av Hamragarði.
Hann spyr soleiðis:
1. Hvat er støðan, viðvíkjandi umvælingini av Hamragarði í Vági?
2. Er semja ímillum Landsverk og eigararnar um, hvat ið skal gerðast?
3. Er endalig kostnaðarmeting gjørd av umvælingini?
4. Hvussu verður kostnaðurin býttur ímillum landið og eigararnar?
5. Nær kann roknast við, at arbeiðið byrjar og verður liðugt?
Í viðmerking til fyrispurningin sigur Erhard Joensen, at stutt eftir at Hamragarður varð tikin í nýtslu gjørdist greitt, at týðandi brek vóru í bygninginum.
– Nú, 15 ár eftir, at Hamragarður varð tikin í nýtslu, er brekini enn ikki rættað ella umvæld, til stóran ampa fyri bæði starvsfólk og brúkarar.
– Tí verðar hesir spurningar settir, sigur løgtingsmaðurin í Vági, Erhard Joensen.











