Tíðindaskriv:
Hesin bólkurin er við árunum blivin púra mýtologiskur. Men tað er kanska einki undur í tí, tá ið tú hyggur eftir samansetingini av bólkalimunum: Mikael Blak, Jens L. Thomsen, Eivør Pálsdóttir, Bogi á Lakjuni, Jón Tyril, Høgni Lisberg og Petur Pólson. Hesi sjey ganga aftur í so nógvum bólkum, á so nógvum plátum og í so nógvum tónleikaligum samanhangi, at tað er nærum ógjørligt at nevna alt. Eivør, ORKA, Hogni, Petur Pólson og G! festivalurin eru bert nakrar víðari bragdargerðir av orkuni í frumevninum, sum Clickhaze er.
Tónleikurin er enn tann dag í dag serføroysk ljóðmynd við altjóða ráki, tripphopp og kingo, sum nú er vovið inn í arvastrongin av føroyskum tónleiki. Ein broddur í menningini, at fáa føroyskan tónleik at taka sæti á altjóða pallum – tað vóru tey tá og eru tað enn.
Vit fegnast um, at vit í summar sleppa at uppliva nakað heilt serligt – líka serligt, sum tá ið boðað verður frá fullari sólarmyrking – tá ið Clickhaze í juli mánað kemur at framføra á sandinum í Syðrugøtu.
##med2##











