Summar Festivalurin heldur fram í kvøld við framførslum frá amerikanskum rocklegendum, Tinganest, Flammu, Jens Marna og fleiri.
Í gjárkvøldið var stóra poppveistlan á Summar Festivalinum, tá ið Mika hevði sína framførslu. Í kvøld verður tað eitt ordans rockshow á Vágsbøi, tá ið amerikanskar rocklegendur fara at syngja síni størstu hitt.
Joe Lynn Turner, sum var við í eitt nú Rainbow, Bill Champlin, sum sang í Chicago, Bobby Kimball, sum var við í Toto, og Robin Beck, ið hevur verið kend sum solistur, fara at hava framførslu undir navninum “Legends – Voices of Rock”. Tey fara at syngja stór hitt sum Hold The Line, Look Away, Street Of Dreams og I Surrender. Konsertin verður í kvøld kl. 22.00.
Á Summar Festivalinum í kvøld ber eisini til at hoyra bólkar sum Flamma, Tinganest, Jens Marna, Evi, Boys In A Band, Quarter To Three, Karl Martin Samuelsen, Monkey Rat og fleiri.
Fyrsta framførslan á Summar Festivalinum í dag verður á Torginum kl. 19.00, tá ið týska Lisa Kaisinger og føroyska Asta Højgaard fara at syngja og spæla.