Í kvøld verður árliga landsinnsavningin hjá Reyða Krossi, har fólk og fyritøkur í felag savna pening inn til at hjálpa, har neyðin er størst, bæði í Føroyum og kring heimin.
Landsinnsavningin 2021 verður send beinleiðis úr Løkshøll, og kann síggjast á sjónvarsrásini Rás1, sum øll húsarhald í Føroyum hava ókeypis atgongd til. Tað einasta, ið krevst, er antenna, kaðal, satelitt ella televarpsboks. Eisini kunnu øll hyggja eftir Landsinnsavningini á heimasíðuni hjá Televarpinum: www.tv.fo
Á skránni verða innsløg, samrøður, kappingar, uppboðssøla av landsliðstroyggjuni hjá Klæmint Andrasson Olsen og live tónleikaframførslur frá m.a. Gretu, Týr, Leu Kampman og Robert McBernie.











