Í húnar hátt....

Merkið hevur ongantíð verið so langt uppi sum tann 25. mai, tá tað var á tindinum á Mount Everest.

Flaggið á myndini kenna vit øll. Hinvegin er ikki so lætt at síggja, hvør maðurin við masku er, men tað er eingin annar enn leirvíkingurin Arne Vatnhamar.

 

Sum tann fyrsti føroyingurin náddi hann heimsins hægsta tindi hendan dagin, og sum vera man hevði hann Merkið við sær.

 

So hendan dagin kom Merkið av sonnum í húnar hátt. Hendingin er søgulig, og tað er hetta Merkið eisini. Tað fyrsta er í kirkjuni í Fámjin. Kanska fær Merkið hjá Arna eisini eitt  virðiligt pláss í heimbygd hansara.