Í Eysturríki eru Føroyar aftur "Underdog" hjá veddingarfyritøkunum

Favorittstøðan hjá Eysturríki er greið, men kortini minni enn hon var tá Eysturríki spældi í høllini á Hálsi 16. oktober í fjør

Undan EM-undankappingardystinum móti Ukraina ígjár høvdu Føroyar ein leiklut vit ikki havt havt áður í einum EM-undankappingardysti. Vit vóru favorittar hjá veddingarfyritøkunum til at vinna dystin.

 

Landsliðsvenjarin, Peter Bredsdorff-Larsen staðfesti eisini í samrøðum við ymiskar føroyskar miðlar, at tað var ein óvandur leiklutur hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti. 

 

Í seinasta EM-undankappingardystinum móti greiðu bólkavinnarunum, Eysturríki í Bregenz komandi sunnudag klokkan 17 fara Føroyar tó aftur í vanda leiklutin sum "Underdog" hjá veddingarfyritøkunum. 

 

Tað vísa oddsini hjá átta altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin millum Eysturríki og Føroyar. MIðaloddsini upp á eysturríkskan sigur eru 1,41. Tað er tó lægri enn miðaloddsini vóru upp á eysturríkskan sigur í høllini á Hálsi 16. oktober í fjør. Tà vóru miðaloddsini upp á eysturríkskan sigur 1,33.

 

Miðaloddsini upp á føroyskan sigur í Bregenz eru 3,68. Tað er lægri enn miðaloddsini vóru tá vit møttu Eysturríki í høllini á Hálsi 16. oktober í fjør. Tá vóru miðaloddsini upp á føroyskan sigur 4,18.

 

Her eru oddsini:

 

##med2##

 

Her eru úrslitini higartil hjá Eysturríki og Føroyum (við oddsum):

 

##med3##