Í morgin fer Løgtingið at samtykkja uppskotið frá Johan Dahl um at bjóða sigling hjá Strandferðsluna út til privat at røkja.
Málið hevur verið til viðgerar í Vinnunevndini og har tekur samgongan undir við málinum.
Tey, sum umboða samgonguna í Vinnunevndini, eru Alfred Olsen, Bjarni Djurholm, Hanus Samró og Janus Rein og tey halda beinleiðis, at tað er rætt at seta navn á tær rutur, sum tað skal bera til at útveita til privat at røkja.
Tí vilja tey hava Løgtingið at samtykkja, at tað privat kunnu fáa hesar leiðir at røkja:
Tvøroyri - Tórshavn Skúvoy - Sand Skopun - Gamlarætt Skopun - Hest Hest - Gamlarætt Nólsoy - Tórshavn Klaksvík - Kalsoy Hvannasund - Fugloy Hvannasund - Svínoy
Men treytin fyri at privat dáa siglingina at røkja, er, at kunnu, er, at tænastan skal vera betri og raksturin bíligari
Hesum tekur andstøðan ikki undir við. Kári P. Højgaard, Aksel V. Johannesen og Bjørt Samuelsen, at siglingin hjá Strandferðsluni er ein púra natúrligur partur av almenna samferðslukervinum.
- Skal nakað av samferðslukervinum á landi ella á sjógvi, útveitast, kann einasta grundgeving vera, at hetta gevur eina bæði betri og bíligari farleið.
Men tað er yvirhøvur einki í uppskotinum hjá landsstýrismanninum, sum gevur nakra ábending um, at ein útveiting verður betri ella bíligari fyri borgaran, heldur andstøðan.
Tey eru eisini sannførd um, at tað skeivt at gera eina so grundleggjandi broyting, uttan at hava gjørt eitt fyrireikingarbeiði, sum lýsir fyrimunir og vansar.
Siglingin upp á Mykines er útveitt og hon verður ofta tikin fram sum ein sólskinssøga.
Men umboð fyri Útoyggjafelagið hava upplýst fyri Vinnunevndin , at tænastan er verri, serliga um veturin. Samstundis er tað nú heilt munandi dýrari hjá fólki at koma í oynna, sigur andstøðan.
|