Seinnapartin í dag verður ein hugnalig løta á Sandi, tí klokkan 17 kemur jólaskipið til bygdar.
Á Sandi siga tey, at jólaskipið er mannað við bæði jólamonnum og jólakonum, sum fara at bjóða karamellur á bryggjuni.
Forkvinnan í mentanarnevndini hjá Sands kommunu fer at bjóða øllum vælkomnum.
Síðan verður farið norður á Ljósafløtt, har jólamaðurin Klumpur fer at siga eitt sindur um, hvat tað merkir at vera jólamaður.
Jólamenn og jólakonur fara nú at geva børnunum jólapakkar, og her verður eisini felagssangur.
Tá uttanduratiltakið er liðugt, bjóðar Sands kommuna inn á gólvið til kakao, bollar og sunkist.
Meðan tiltakið heldur fram inni, fer Lions Tindur at selja jóladekoratiónir í hølunum hjá Sands kommunu.











