Í dag fáa vit at vita um nøkur hjálp er at fáa

Spurningurin er, um tað eydnast at fáa 17 løgtingslimir at skriva undir

Seinnapartin í dag fáa vit at vita, um ætlanin at leggja eitt uppskot fyri løgtingið um at hjálpa 500 børnum í Føroyum upp úr fátækradømi, fer at eydnast.

 

Ljós er av álvara varpað á fátækadømi í Føroyum og í einum kjaki ímillum formenninar í politisku flokkunum varð upplýst, at verður barnaískoyti hjá teimum, sum eru allarfátækast, hækka 1500 krónur um mánaðin, fer tað at lyfta 500 børn upp um fátækamarkið.

 

Ikki minst hevur Miðlahúsið seinastu tíðina varpa ljós á fátækadømi í Føroyum og í tí sambandi varð eisini skipað fyri eini innsavning, sum gekk undir heitinum Meðan vit bíða. Og har varð sipa til, meðan vit bíða eftir politiskum tiltøkum fyri at bøta um fátækadømi í Føroyum.

 

Og eitt úrslit av hesum er, at arbeitt hevur verið við at leggja uppskot fyri løgtingið um at játta 9,2 milliónir so at barnaískoytið hjá teimum, sum eru allarringast fyri, kann hækka 1500 krónur um mánaðin.

 

Men freistin fyri at leggja uppskotið fram, er farin, og tí krevst at 17 tinglimir skriva undir, fyri at tað yvirhøvur kann leggjast fram og viðgerast.

 

Avgerðin um tað skuldi fella nú seinnapartin og so fáa vit at vita um nøkur hjálp er at fáa beint nú.

 

 

Trýst á Pílin undir myndini, og hoyr Høgna Hoydal, tingmann fyri Tjóðveldi, greiða frá, hvussu tað gongur.