Í dag byrjaði Dania í Sørvágs skúla

Jóhannis Joensen varð settur skúlastjóri fyri níggju árum síðan, men hann hevur verið í farloyvi síðan november 2019, tá hann varð valdur í løgtingið.

Elsebeth Davidsen, varaborgarstjóri, Eyð Niclasen, fráfarandi skúlastjóri og Dania Niclasen, skúlastjóri.

Í dag tók Dania Niclasen við sum skúlastjóri í Sørvági.

 

- Dania er 37 ára gomul og tók læraraprógv í 2015. Hon kemur úr starvinum sum einalærari í skúlanum í Haraldssundi, har hon hevur starvast seinastu sjey árini. 

 

Tað siga tey í Sørvágs kommunu í dag.

 

Lagt verður aftrat, at Jóhannis Joensen varð settur skúlastjóri fyri níggju árum síðan, men hann hevur verið í farloyvi síðan november 2019, tá hann varð valdur í løgtingið.

 

- Eyð Niclasen hevur síðan tá røkt starvið sum skúlastjóri til í dag, tá Dania Niclasen tekur við, siga tey í Sørvágs kommunu.

 

 

 

Elsebeth Davidsen, varaborgarstjóri, Eyð Niclasen, fráfarandi skúlastjóri og Dania Niclasen, skúlastjóri.