Tað var mestsum at líkna við longu bíðirøðirnar í gamla Sovjetsamveldið í Havnargøtum í morgun, har triðja umfar av forsøluni av atgongumerkjum til Fólk og Dólgar í Kardamummubýnum byrjar klokkan níggju í morgun.
Longu klokkan átta byrjaðu fólk at stilla seg uttanfyri Visit Tórshavn, har atgongumerkini verða seld.
Tá in.fo var har, góðar tjúgu minuttir yvir átta, var longu fitt av fólki savna saman, og bíðirøðin var langt niðan eftir Avhaldsbrekkuni.
Atgongumerkir til tríggjar sýningar eru til sølu í Havnini í morgun, meðan atgongumerkir til eina sýning eru til sølu í Runavík. Mikudagin verða atgongumerkir til tvær sýningar settar til sølu í Suðuroynni og Klaksvík.









